Stjørnan eigur oddasessin

Tjaldur fekk ikki eitt bein til jørðina, tá oddadystur í Sunset-kappingini varð spældur í Klaksvík sunnudagin

Hondbóltur

Tjaldur fekk sum frammaná, tá dysturin byrjaði sunnudagin.
Roknað varð annars við, at talan skuldi gerast um javna og intensa uppgerð, men eftir fyrsta korterið stóð 7-1 á máltalvuni, og so var tann spurningurin líka sum avgreiddur.
Verjan hjá Stjørnuni stóð rætt frá fyrsta bríksli, og tá Kristian Griksaite í málinum eisini hevði ein fínan dag, var ikki stórvegis, sum Tjaldur fekk gjørt.
Eftir hetta dalaði intensiteturin í dystinum nakað, men tað var ongan tíð so, at Tjaldur var í nær námind nøkrum, sum líktist einum spennandi dysti.
Við hesum er lítil ivi um, at Stjørnan hevur vissað sær oddasessin í deildini. Í fyrstu atløgu er lítið hugsandi, at oddaliðið missur nakað stig, tað sum eftir er av landskappingini. Og í øðrum lagi telja innanhýsis uppgerðirnar fram um málmunin, og tí skal Stjørnan missa í minsta lagi trý stig, um Tjaldur skal vinna sær rættin til heimadyst í eini møguligari triðju FM-finalu.

Fakta um dystin
Stjørnan-Tjaldur 28-22 (14-6)
10 min: 5-0
20 min: 8-2
40 min: 18-9
50 min: 23-15
Málskjúttar
Stjørnan: Valentina Suciou 11(1), Simona Petersen 6(2), Durita Ljósstein 2, Joan Midjord 2, Bára S. Klakstein 2, Una Olsen 2, Durita Mikkelsen 1, Ella Petersen 1, Annika Ljósstein 1(1)
Tjaldur: Adina Petrea 13(5), Mary-Ann Zachariassen 2, Alina Olaru Anghel 2, Annika Thomsen 1, Johanna í Króki 1, Heidi á Lakjuni 1
Brotskøst: Stjørnan 4, Tjaldur 5
Útvísingar: Stjørnan 6, Tjaldur 3
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen