Tá sjey mál eru á muni eftir bert 11 minuttum, tá eru góðar ábendingar um at munurin er alstórur á liðunum, og soleiðis var tað eisini í hesum førinum. Klaksvíkskvinnur vóru ov stórur biti hjá VÍF at svølgja, og noyddust tær úr Vestmanna tí heim aftur við ósigri í skjáttuni.
Simona, enn eina ferð
Simona Petersen er ein sera sterk hondbóltskvinna, og hana eru tær úr Klaksvík sera fegnar um at hava á liðnum. Tað hava tær eisini allar orsøkir til at halda, tí ferð eftir ferð hevur Simona verið við til at avgjørt dystir, næstan einsamøll. Hetta hevur drigið hinar uppá eitt støði, ið ger at tær eru besta lið í landinum. Tó skal tað ikki skiljast sum at tað bert er henni fyri at takka, tí hon hevur eisini stak dugnaligar leikarar við liðina á sær, men við Simonu á liðnum, er tað sum um at alt fer uppí eina hægri eind.
Fakta:
Stjørnan-VÍF 28-14 (16-7)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Petersen 9 (4), Hanna Mikkelsen 4, Anna Kristina Samson 3, Durita Christophersen 3, Bára Skaale Klakstein 2, Joan M. Djordjevic 2, Una Olsen 2, Edith Hansen 1, Lovisa Andreasen 1, Durita Mikkelsen 1.
VÍF: Rannvá á Rógvi 3, Ioana Rapa 2 (1), Torgunn H. Johansen 2, Fríða Marjunardóttir 2, Marita Johansen 2, Katrin Christophersen 1.
Brotskøst: Stjørnan 4, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Gun-Gregoriusen