Hondbóltur
Á pappírinum var ikki talan um truplasta dystin á árinum, tá Stjørnan týskvøldið. StÍF hevur bert vunnið stig móti Tjaldri og Kyndli higartil í kappingini, og tí var ikki væntandi, at oddaliðið úr Klaksvík skuldi fáa nakrar serligar trupulleikar.
Fyrstu løtuna var heldur ikki líkt til, at so skuldi vera. Stjørnan legði seg skjótt hampuliga trygt á odda, og tó at StÍF royndi at svara aftur, so tóktist munurin vera somikið stórur, at talan fór ikki at gerast um nakran serligan spenning.
Eftir steðgin sovnaði Stjørnan tó fullkomuliga. Tað talar helst eisini sítt týðuliga mál, at liðið, sum av mongum verður mett sum tað sterkasta í landinum, bert skeyt sjey mál seinastu 30 minuttirnar. Spakuliga togaði StÍF seg nærri, og móti endanum var heilt nær við, at stig spurdist burturúr. Fleiri ferðir varð munurin minkaður niður í eitt mál, men nærri enn tí sama komu vertirnir ikki, og so var tað sum við orðafellinum um muni og kundi.
StÍF-Stjørnan 22-23 (12-16)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 6(1), Poula B. Høgnesen 6, Sunfríð B. Jacobsen 5(1), Poula D. Olsen 5, Malan Petersen 1
Stjørnan: Alina Olaru 5, Bára S. Klakstein 5, Anna Kristina Samson 4, Katarina Stepanov 3, Una Olsen 3, Annnika Ljósstein 2(2), Louisa Andreasen 1
Brotskøst: StÍ 3, Stjørnan 2
Útvísingar: StÍF 2, Stjørnan 2
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen.