Stjórnarskipanaruppskotið til atkvøðugreiðslu

Í næstu viku skal Løgtingið atkvøða um stjórnarskipanaruppskotið hjá løgmanni skal burturvísast ella ikki.

Í morgun almannakunngjørdi Løgtingsumsitingin sínar viðmerkingar til stjórnarskipanaruppskotið, sum løgmaður hevur lagt fyri tingið.

- Uppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt, og tí heldur ikki búgvið til støðutakan hjá Løgtinginum. Tað er ikki nøktandi, at ein stjórnarskipan, sum skal vera grundarlag undir okkara rættarsamfelagi og eisini eitt arbeiðsamboð hjá Løgtinginum, ikki hevur viðmerkingar, sum nágreina ella í minsta lagi hugleiða um tær einstøku greinirnar, skrivar Jonhard Klettheyggj.

 

Á fundi í morgun hevur formansskapurin viðgjørt viðmerkingarnar og niðurstøðan er, at málið verður lagt fyri løgtingið at taka støðu til.

 

- Niðurstøðan hjá formansskapinum er, at formansskapurin tekur undir við uppritinum frá umsitingini, og leggur tí málið fyri løgtingið at taka støðu til, sigur Páll á Reynatúgvu við kvf.fo.

 

Páll á Reynatúgvu metir, at tað skal vera upp til løgtingið at taka avgerðina, hóast tingskipanin sigur, at løgtingsformaðurin skal mæla løgtinginum til at vísa málinum frá sær.

 

Fyrsta punkt á skrá týsdagin, tá stjórnarskipanin annars skal viðgerast, verður tí, at løgtingið skal atkvøða um málið yvirhøvur skal setast á skrá ella burturvísast.

 

Tingfundurin byrjar klokkan 11 týsdagin.