Stjórnin segði kortanei til oljuna

Nýggja uppskotið hjá landsstýrinum um ein búskaparliga skiftistíð varð sópað til viks av donsku stjórnini. Nyrup vildi ikki hoyra talan um oljumilliónir úr Føroyum

Eyðun Klakstein úr

Keypmannahavn


Landsstýrið fekk ikki donsku stjórnina at bíta á nýggja agnið, sum føroyska sendinevndin hevði við á fundin í Keypmannahavn hósdagin.

Undan triðja samráðingarumfarinum hevði landsstýrið gjørt eitt nýtt uppskot um búskaparliga skiftistíð, har møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast í blokkstuðlinum.

Uppskotið, sum skuldi tryggja føroyingum eina betri skiftistíð, var fyrstu ferð lagt fyri donsku stjórnina á samráðingarfundinum hósdagin.

Donsku embætismenninir høvdu als ikki hoyrt um nýggja uppskotið frammanundan, og tá ein av embætismonnunum kom út úr samráðingarhølunum og varð spurdur um, hvat hann helt um nýggja uppskotið, stóð hann spyrjandi. Hann hevði als ikki hoyrt um uppskotið, men fekk tað síðani frá einum av donsku fjølmiðlafólkunum.


Stjórnin stóð fast við sítt

Nýggja uppskotið hjá landsstýrinum mælti til, at blokkstuðulin skal minka stigvíst í 15 ár. Um Føroyar fáa stórar oljuinntøkur innan hesin 15 árini, skal tann stuðulin, sum er latin eftir tey fýra árini, metast sum eitt lán, sum skal gjaldast aftur.

? Uppskotið hjá landsstýrinum vil bæði við og uttan oljuinntøkur hava við sær stórar sparingar fyri statskassan, sigur landsstýrið í viðmerkingunum til uppskotið.

Men landsstýrið fekk onga undirtøku fyri nýggja uppskotinum hjá sær. Danska stjórnin vildi ikki hoyra talan um at taka oljuna við í búskaparligu skiftistíðina.

? Vit halda ikki, at tað er rætt at blanda oljuna upp í hesar samráðingar, segði Poul Nyrup Rasmussen á tíðindafundinum eftir samráðingarnar.

? Vit hava sagt í eitt hálvt ár, at skiftistíðin verður ikki longri enn fýra ár, og tað halda vit fast við. Vit kunnu ikki gera nakað annað mótvegis danska fólkinum og flokkunum í Fólkatinginum, sigur danski forsætisráðharrin.


Vildu vísa vilja

Tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, á tíðindafundinum varð spurdur um, hví landsstýrið nú hevði tikið oljuna við í samráðingarnar, svaraði hann, at landsstýrið royndi at vísa tann neyðuga viljan og fleksibilitetin til at koma víðari í samráðingunum um skiftistíðina.

Men í samráðingarupplegginum, sum danska stjórnin fór á fundin við, varð gjørt greitt, at stjórnin ikki vildi taka undir við eini skiftisskipan, sum var tengd at gongdini í føroyska búskapinum.

? Hetta hevði verið í stríð við prinsippið um, at fullveldi og búskaparlig ábyrgd fylgjast, segði stjórnin á fundinum við landsstýrið.

Og við greiða boðskapinum hjá Nyrup og hansara fólkið varð nýggja uppskotið hjá landsstýrinum sópað til viks, áðrenn nakrar veruligar samráðingar komu í lag um tað.

Danska stjórnin stendur sostatt rimmarfast við tað, sum hon áður hevur sagt um skiftistíðina. Hon verður í mesta lagi fýra ár og verður ikki tengd at gongdini í føroyska búskapinum.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.