Stjóri til Føroya Fólkaháskúla

Stjóri til Føroya Fólkaháskúla


Sært tú Føroya Fólkaháskúla fyri tær sum ein týðandi menningarmøguleika hjá ungdómi á veg út í lívið? Hevur tú evnini at leiða og skipa fyri? Hevur tú hugflog, skynsemi og góðar samstarvseginleikar? Dugir tú at bróta upp úr nýggjum við fyriliti fyri gamlari grund? Vilt tú fara undir eina uppgávu, sum krevur nógv av tær í fimm ár?


HØVUÐSUPPGÁVUR OG ÁBYRGD

Háskúlastjórin myndar skúlan inneftir og úteftir í samsvari við endamál skúlans. Háskúlastjórin hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av Háskúlanum, sum er sjálvseigandi stovnur, ið partvíst er fíggjaður við stuðli frá landinum og partvíst við eginfígging. Hvørt ár hevur Háskúlin nógv skeið við víðfevndum innihaldi. Umframt langa heystskeiðið frá august til februar, og 12 viku várskeiðið frá mars til mai, eru javnan onnur skeið sum t.d. seniorskeið, skriviskeið, sjónleikaraskeið, filmsskeið, summarskeið og mong onnur, sum háskúlastjórin hevur evstu ábyrgdina av.


FØRLEIKAKRØV

Umsøkjarar mugu megna at samskifta á føroyskum máli, bæði í skrift og talu. Royndir við undirvísing, leiðslu ella fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur, men eru eingin treyt fyri at søkja. Í umsóknini skulu standa upplýsingar um starvsroyndir, útbúgving og stutt lýsing av persónligum viðurskiftum. Tey, ið søkja starvið, verða biðin um at orða, hvussu ið tey hugsa sær, at endamál háskúlans kann tulkast og røkkast í dag, og hvussu ið tey hugsa sær, at Føroya Fólkaháskúli framhaldandi kann vera ein viðkomandi kveikjari í føroyska samfelagnum. Starvið verður sett eftir eini heildarmeting.

 

 

SETANARTREYTIR

Starvið er lønt ájavnt stig 34 í tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvið er áramálssett í 5 ár, við møguleika fyri at leingja setanina við einum ári í senn, um stjórn og stjóri ynskja hetta.  Tað er ynskiligt, at stjórin flytur inn í stjórabústaðin, sum hoyrir til Háskúlan.

 

UMSÓKN OG FREISTIR

Starvið er lýst leyst til setan tann 1. september 2025. Tann, ið fær starvið, tekur við sum stjóri tann 1. oktober ella eftir nærri avtalu.

GG Freistin at søkja starvið sum háskúlastjóri er úti tann 8. juni 2025.

Samrøður við umsøkjarar verða væntandi í viku viku 25 og 26.


SPURNINGAR

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til virkandi formann í háskúlastjórnini, Tótu Árnadóttur, á tlf. 586151, ella á Klivdalur(at)gmail.com


Umsóknir skulu sendast til:

STJÓRN FØROYA FÓLKAHÁSKÚLA

V/Tótu Árnadóttur

Leitisvegur 101, 600 Saltangará


Ella sum pdf skjal á teldupost: stjornin(at)haskulin.fo