Aðalstjórin í bretska miðlinum BBC, Tim Davie, leggur frá sær.
Tað skrivaði miðilin sjálvur í kvøld.
Uppsøgnin kemur eftir atfinningar um, at ein dokumentarfilmur hjá BBC "villleiddi hyggjarar".
Í heimildarfilminum "Trump: Annar møguleiki?", sum varð sendur eina viku undan amerikanska forsetavalinum, varð ein røða hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, viðgjørd á villleiðandi hátt.
Hetta skrivar The Guardian.
Tíðindastjórin, Deborah Turness, leggur eisini frá sær.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##














