Tað segði danski virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum í morgun hevur verið á fundi við Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra Føroya.
– Eg seti stóran prís upp á beinleiðis samskifti, og tí fegnist eg um at vera her, segði Troles Lund Poulsen, tá hann tók orðið á tíðindafundinum í Tinganesi í morgun.
Hann segði, at danska stjórnin ætlar at taka bæði Føroyar og Grønland við í nýggju verjusemjuna, sum tey fara at samráðast um í Danmark.
– Eingin ivi er um, at Norðuratlantshøv eru og framhaldandi skulu vera lágspenningsøki, men tey fara tó at hava vaksandi áhuga fyri USA og Nato, segði hann.
Troels Lund Poulsen segði eisini, at danski verjumálaráðharrin má ferðast meira til Føroyar at tosa um politisku málini, tað er ikki nóg mikið bara at koma einaferð um árið í framtíðini, segði hann. Hann segði seg eisini vera tøkan at tosa við Løgtingið um ynski verður um tað.
Hann víðari, at vón hansara er, at tey í Danmark eru liðug at samráðast um nýggju verjusamgonguna fyri summarfrítíðina.
Um loftverjuradaran segði hann, at teir á fundinum hava tosað um, hvussu hendan verkætlanin kann fremjast, sum undanmaður hansara hevði gjørt.
– Tað eri eg spentur uppá, og eg síggi nakað stórt í hesum.
– Eg havi í dag sagt, at, at vit mugu tosa um tey ynski, sum eru frá føroyskari síðu, tá tað snýr seg um sivilar dátur. Tað mugu vit so í samskifti um, har eru avbjóðingar, men tá tað er sagt, so kunnu vit saktans finna loysnir upp á tað, segði danski verjumálaráðharrin.
– Og tað triðja, vit hava tosað um, er meira yvirskipað um, hvat er tað fyri heimur, vit liva í, og har havi eg so kunnað Høgna Hoydal um vitjan mína í Ukraina í síðstu viku, hvørjar eru avbjóðingarnar hjá okkum í mun til hatta ræðuliga kríggið í Ukraina, og so er tað eisini uppfylging av fyrsta fundi okkara, sum var í mars í Keypmannahavn.
Spurdur um, hvat hann helt um, at fleiri russisk skip liggja runda um stjórnarbygningarnar í Tinganesi, svaraði hann bara fólkaliga, at tað hevði hann ikki so nógv at siga, hann virdi, at føroyingar sjálvur taka tær avgerðir, sum skulu takast í tí málinum.
– So eg vil fegin nýta høvi at takka tær, Høgni Hoydal, hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum sum verjumálaráðharri, hava fleiri ferðir verið her áður, og vóni, at eg nú fái høvi at fylgja arbeiðinum við verjusemjuni, har vit standa fyri ógvuliga stórum politiskum avgerðum, sum eisini fara at hava týdning fyri Føroyar.
Eftir tíðindafundin í Tinganesi fór danski verjumálaráðharrin á fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.