Støðan er stabil

Støðan hjá manninum, sum í dag var fyri einum arbeiðsóhappi á uppsjóvarvirkinum í Kollafirði, er stabil.

 

Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í kvøld.

 

Arbeiðsóhappið hendi, tá maðurin var í holt við at stápla frystivøru á plattum.

 

- Sum vit hava skilt, fór truckurin at koyra, tá maðurin var farin av honum, og hetta førdi til, at maðurin datt og kom í klemmu.

 

Vakthavandi vísir á, at Arbeiðseftirlitið kannar arbeiðsóhappið, og tí kunnu tey á løgreglustøðini í løtuni ikki siga meiri um tað ið hendi á virkinum í Kollafirði í dag.