Tað er stórur munur á liðunum, sum kappast um at vinna FM heitið og á liðunum, sum stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini.
Tað var enn einaferð so dyggiliga undirstrikað seinnapartin, tá ið KÍ var í Sørvági Klaksvíkingar rigga til at fara norður aftur við 9-0 sigri. Næstsíðsta sunnudag vann KÍ 5-0 á sama vølli, og harvið hevur KÍ í tveimum dystum í 11 dagar vunnið samantalt 14-0 í Sørvági.
8-0 er størsti sigur yvirhøvur í hesum kappingarárinum, og hetta er størsti sigur síðani 12. august í fjør, tá ið HB vann 11-0 á heimavølli ímóti AB.
Hálvleiksstøðan var 5-0, og KÍ hevði fleiri ferðir bóltin á stólpum og tvørtræið uttan at fara í málið.
Nógvu málini bera við sær, at málmunurin hjá KÍ er nógv styrkur sammett við kappingarneytirnar í HB.
Dávid Langgaard var á vinstra vongverja hjá KÍ ídag. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var millum teir fyrstu ellivu, og vongverjin takkaði fyri við at skora tvey mál eftir horna – til 2-0 og 3-0.
Eftir steðgin vórðu Bob Sumareh og Jóannes Bjartalíð settir inn á KÍ liðið. Bob økti um munin til 6-0 og 7-0, Jóannes Bjartalíð skoraði til 8-0 og eftir fríspark frá sera væl upplagda Árna Frederiksberg staðfesti Odmar Færø 9-0 sigurin við stútara.
Páll A. Klettskarð var ikki á vøllinum eftir steðgin. Í fyrra hálvleiki skoraði hann tvey mál, og nú er hann ovast á máltindinum við 10 málum fyri 10 dystir. Claes Philip Kronberg skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki.
-Í 1-1 dystinum ímóti NSÍ vóru vit væl fyri, men tað vóru vit avgjørt ikki ídag. Vit vóru merkiliga illa upplagdir, og nú ræður um at savna liðið, so vit vera væl fyri, tá ið vit sunnudagin fara til Havnar at spæla ímóti B36. Vit byrjaðu við sama liði sum sunnudagin, og tað merktist ímóti KÍ, sum er óvanliga væl fyri, sigur Heðin Askham venjari hjá 07 Vestur.
07 Vestur – KÍ 0-9 (0-5)
0-1: Páll A. Klettskarð
0-2: Dávid Langgaard
0-3: Dávid Langgaard
0-4: Claes Philip Kronberg
0-5: Páll A. Klettskarð
0-6: Bob Sumareh
0-7: Bob Sumareh
0-8: Jóannes Bjartalíð
0-9: Odmar Færø
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Sølvi Egilsson, Dann Fróðason, Dánjal Pauli Lervig, Jóannes á Steig – Teitir Olsen, Martin Tausen, Martin Heilberg Pettersen, Albert Theis Nielsen – Zoran Vujovic, Ragnar Weihe
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, David Langgaard – Árni Frederiksberg, Claes Kronberg, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak – Páll A. Klettskarð, Ivar Sollie Rønning