At megna sín egna búskap og at kjakast um egin viðurskifti úr okkara egna sjónarhorni og ikki úr tí danska er alt av tí illa sambært Edmundi Joensen. Og niðurstøðan er greið sum altíð: fullveldisætlanirnar hava skyldina av øllum landsins fíggjarviðurskiftum. Og tí ber onki annað til enn at skera av vælferðini. Neyðin hjá Edmundi Joensen kemst helst av, at samgongan nú ikki dugir annað enn at leggja eftir teimum veikastu og taka frá útjaðaranum.
Sambandsmaður av tí gamla slagnum
Ein søga er um húsvíkingin, ið var sambandsmaður av tí gamla slagnum. Hann toldi onki óhógv, onki oyðslusemi ella nakra burturspillu, men vildi, at hvørt einasta minsta skuldi koma til nyttuna. Einaferð hann á gamalsaldri hoyrdi tað vera havt frammi í valstríði, at Andras Samuelsen hevði fingið Danmark at láta miklan pening til Føroya, helt hann fyri: “Nei, nei. Handan Andras velji eg ikki aftur; hann forkemur danska ríkinum!” Sanniliga er langt millum hasa hugsanina og tá Edmund Joensen og aðrir sambandsgarpar honum á kroppi lova veljarum meira blokk úr Danmark, frá einum landi, ið er meira skuldarbundið pr. íbúgva enn vit føroyingar. Og sum harra og frú Danmark skulu gjalda.
Kjak er fupp
Fólkatingslimurin, umboðandi føroyingar, tolir ikki ein gang at hoyra kjak í egna tjóðarútvarpi okkara um eitt mál, ið sameindi føroysku tjóðina í fleiri ár í virkinum at virða seg sjálva og at gera nakað við politisku støðuna Føroya og Danmarkar ímillum. Hann kallar sakliga kjakið fyri fupp, bert tí ongin sambandshugsjón var við borðið. Tað er vorðið sum tykkið og harafturat niðurgerandi av helminginum av Føroya fólki. Tí tað tykist ikki, sum hesin tignarmaður hevur nakra virðing fyri, at helmingurin av Føroya fólki hevur valt sjálvberandi búskap, ja, enntá sjálvstøðugar Føroyar. Í dag teljast sambandsumboðini nevniliga ikki tað stóra á tingi, tí Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava einans 14 umboð. Og man tað ikki vera tað, ið fær øði í sambandsmenn?
Konservatisma er ómodernað
At liva av øðrum er væl kent fyribrigdi í søguni. Men tíbetur ræður tað prinsippið ikki í altjóða samfelagnum longur, hvørki í ST-samanhangi ella í ES, ið Edmundi Joensen dámar so væl at tala fyri. At danir skulu rinda fyri gildi í Føroyum, tað munnu teir sjálvir fara at vaksa frá. Tí Fólkatingið og danin á gøtuni fara ikki í allar ævir at ynskja ríkisfelagsskapin, hóast ongin statsministari vil leggja navn til at minka ríkið júst nú. Og tað fer at vera óvanliga góðtrúgvið at halda nakað annað, enn at danin fer at troyttast av hesum grenjutu føroyingunum, ið kosta teimum pening, ið verður latin fólki við hægri livistøði enn teirra egna. Og hetta veit veljarin, um Edmund Joensen og eldru garparnir í flokki B ikki vilja vita tað. Men konservatisma spyr jú ikki, hvat fólkið vil, tí hon ynskir ongar broytingar.
Hvør hevur skyldina?
At vit hava framt mistøk og kunnu spyrja okkum sjálv, um vit ikki eiga stóran part av undirskotinum við skeivum politikki, har eru vit púra samd, Edmund Joensen og eg. Og at “Vælferðin fæst bert við góðum inntøkum. Klingandi mønt. Ikki fullveldisretorikki ella politiskum møsni í almennari mikrofon” –tað kann eisini vera partur av sannleikanum. Men vit byggja so onki land við donskum subsidium, ið vera sprænd inn í búskap okkara – tað eru flestu búskaparfrøðingar samdir um. Tað er og verður stokkutur hiti eins og hjá kellingini á sinni, sum meig í sokkarnar. Og at niðurgera alment kjak, bert tí ein ikki er samdur, tað er álvarsligt inntriv í talufrælsi, sum eg ikki vóni, at sambandsfólk eru farin at praktisera.
Vælferð og fullveldi –bæði!
Ábyrgd av egnum landi og egnum gerðum liggur hjá okkum sjálvum og onga aðrar staðir. Og vit skulu ikki velja í millum fullveldi ella vælferð, sum er einasti útvegur hjá Edmundi Joensen. Nei, vit skulu hava ráð til bæði! Og vegurin fram á mál er framleiðsla, burðardygg veiða og útbúgving. Og so harafturat ábyrgd av førdum politikki. Ikki sparing og nartlan, har ongin hevur nakað og samhaldsfestið viknar samfelagið og virkisfýsni.
Við tjóðveldiskvøðu