Stolt av at vera ein Spice Girl

- Eg helt, at eg var ikki nóg vøkur til at vera við í Spice Girls, men eftir okkara comeback eri eg stolt av at vera ein Spice Girl, sigur Melanie C við News Of The World Meðan Melanie C var partur av heimsins populerasta tónleikabólki í 90?unum, var hon sjálv ólukkulig og stríddist við etingarólag.

 

- Eg helt, at eg var ikki nóg vøkur til at vera ein Spice Girl, og tí vildi eg havi tann besta kroppin, sigur Melanie C í samrøðu við News of the World í dag.

 

Blaðið skrivar, at Melanie C var tann av Spice gentunum, sum dugdi best at syngja, og hon var tann einasta, sum royndi at skriva sangir. Men hon stríddist við manglandi sjálvsálit. Livdi av salati í fleiri mánaðir og vandi sera hart hvønn dag.

 

Eftir at Spice Girls góvust at spæla í 2001, fekk Melanie C hjálp til at sleppa av við etingarólagið, og tað eydnaðist. Tí var hon sera ivasom, tá ið Spice Girls í fjør vildu gera comeback.

 

- Eg vildi ikki gera comeback, og tað skuldi nógv til at sannføra meg um, at vit skulu spæla saman aftur. Eg vildi ikki minnast, hvussu eg hevði tað tá í tíðini.

 

Tað eydnaðist tó at fáa Melanie C at gera comeback í Spice Girls, og tað er hon fegin um nú.

 

- Vit eru blivnar eldri og klókari, og vit høvdu tað gott saman. Vit vóru sum systrar, og sluppu av við nógv av tí, sum hevur plágað okkum. Tá ið vit høvdu spælt seinastu konsertina, vistu vit allar, at hetta var endin. Nú verður ikki meira Spice Girls, men nú eri eg endiliga stolt av at hava verið ein Spice Girl, og eg eri lukkulig sum ongantíð áður, sigur Melanie C við News of the World.

 

Fríggjakvøldið spælir Melanie C á Summar Festivalinum í Klaksvík.