Stoltenberg vildi vera við

Norðuratlantsbólkurin vil ikki hava tað sitandi á sær, at teir hava borið seg skeivt at móti Thorvaldi Stoltenberg, og teir koma alment fram við skjølum, ið teir meta prógva teirra støðu í málinum

Diplomati

Norðuratlantsbólkurin er nú komin við skjølum, ið prógva, at Thorvald Stoltenberg ætlaði at luttaka í arbeiðinum hjá bólkinum.
Tað vakti ans, tá Norðuratlantsbólkurin kundi almannakunngera, at teir høvdu fingið sjálvand Thorvald Stoltenberg til at arbeiða fyri seg í einum av teirra fýra kanningarbólkum, ið skal seta fokus ymisk viðurskifti við felags áhuga fyri Føroyar og Grønland.
Tað eru teir tríggir, Lars Emil Johansen, Kuupik Kleist og Tórbjørn Jacobsen, varamaðurfyri Høgna Hoyda, sum manna Norðuratlantsbólkin á Fólkatingi
Tað var 18. mars, at hetta kom fram í tíðindaskrivi frá Norðuratlantsbólkinum. Harfrá verður málið alsamt meira innviklað. Arbeiðið, ið Stoltenberg skal arbeiða saman við Norðuratlantsbólkinum í, snýr seg um hernaðarviðurskifti í Útnorðið.
Í Sosialinum 6. apríl sigur Thorvald Stoltenberg í samrøðu við blaðið: ?at tað hevur als ongantíð verið upp á tal, at hann skal lýsa nakra hernaðarliga støðu hjá Føroyum ella Grønlandi. Hann fer undir ongum umstøðum at blanda seg upp í nakað, sum hevur við støðuna millum Danmark, Føroyar og Grønland at gera, sigur hann.?
Í somu samrøðu sigur Stoltenberg eisini, at hann er keddur av, at hann hevur verið til eina tílíka misskiljing, og hann tók seg úr arbeiðinum beinanvegin, tá hann frætti um støðuni.
?Eg fari ikki at leggja meg út í politisk mál, sum viðvíkja danska kongaríkinum, sigur hann. Og Føroyar vóru als ikki upp á tal yvirhøvur, tá hann tosaði við Lars Emil Johansen, segði Thorvald Stoltenberg við Sosialin.
Hann sigur harumframt, at hann er spurdur um at vera ráðgevi av Lars Emil Johansen, sum er limur og samskipari í Norðuratlantsbólkinum.
Thorvald Stoltenberg er fyrrverandi uttanríkismálaráðharri og verjumálaráðharri í Noregi, fyrrverandi ST-friðarsemingsmaður, fyrrverandi ST-hákommisserur, og núverandi leiðari fyri Reyða Krossi í Noregi.

Svara aftur
Seint út á fyrrapartin mánadagin 8. april kemur Norðuratlantsbólkurin so við einum tíðindaskrivi. Í hesum skrivinum greiðir bólkurin frá málinum. Teir siga seg harmast um, at Stoltenberg og Preben Wilhjelm, ið ikki kundi vera orsakað av sínari arbeiðsbyrðu, nú ikki vera við í arbeiðinum allíkavæl. Teir undirstrika, at arbeiðið tó heldur áfram av hesari orsøk.
Tað mest áhugaverdi eru skjølini, har Stoltenberg verður biðin um at luttaka, og seinni játtar hesum sama.
Tað stendur klárt í skrivunum, at Thorvald Stoltenberg verður biðin um at luttaka í einum arbeiðsbólki, og tað stendur eins klárt, at hann eisini játtar fyri hesum.
Thorvald Stoltenberg verður í øllum førum ikki við í arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum.