Stór ráðstevna í Føroyum um máltøkni

Stór serfrøðingaráðstevna um máltøkni verður í Føroyum í døgunum 22.-24. mai

 

At ráðstevnan í ár, NoDaLiDa2023, verður hildin í Føroyum er eitt greitt tekin um, at máltøkni av álvara er sett á dagskránna bæði á Fróðskaparsetrinum og í føroyska samfelagnum annars

Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroyar.

 

Týsdagin 23. mai setur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, størstu serfrøðingaráðstevnu um máltøkni um okkara leiðir.

 

Norðurlendska ráðstevnan um máltøkni NoDaLiDa (Nordic Conference on Computational Linguistics) verður hildin í Føroyum 22.-24. mai. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við nevndina fyri NEALT - Northern European Association for Language Technology.

 

Ráðstevnan, NoDaLiDa, verður hildin annaðhvørt ár og hevur nærum 50 ár á baki. At ráðstevnan í ár, NoDaLiDa2023, verður hildin í Føroyum er eitt greitt tekin um, at máltøkni av álvara er sett á dagskránna bæði á Fróðskaparsetrinum og í føroyska samfelagnum annars.

 

Umleið 180 granskarar, teldu- og málfrøðingar og onnur, sum arbeiða við máltøkni, hava meldað seg til ráðstevnuna. Við skjótu máltøkniligu menningini og ikki minst menningini í vitlíki fylgja bæði møguleikar og avbjóðingar. Fyri arbeiðið við føroyskari máltøkni er millumtjóða samstarv avgerandi, og m.a. tí hevur áhugi verið fyri at fáa NoDaLiDa til Føroya. Umboð fyri fyritøkur í Norðurlondum, sum arbeiða við máltøkni, luttaka, og bæði føroyskar og norðurlendskar kt-fyritøkur hava stuðlað ráðstevnuni.

 

Fyrsta dagin, mánadagin 22. mai, verða verkstovur í Sjóvinnuhúsinum. Sjálv ráðstevnan við fyrilestrum og framløgum byrjar í Norðurlandahúsinum týsmorgunin 23. mai kl. 9. Luttøka krevur tilmelding. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, setur ráðstevnuna.

 

Nodalida2023 hevur egna heimasíðu, sum sæst her.

 

Stuðlað ráðstevnuni hava:

 

Málráðið

 

Almanna- og Mentamálaráðið

 

Elektron

 

Dictus

 

Språkbanken

 

Tórshavnar Kommuna

 

Formula

 

Bank Nordik

 

Digitaliseringsstyrelsen

 

NEALT

 

At ráðstevnan í ár, NoDaLiDa2023, verður hildin í Føroyum er eitt greitt tekin um, at máltøkni av álvara er sett á dagskránna bæði á Fróðskaparsetrinum og í føroyska samfelagnum annars