Í morgin verður ein langur ítróttardagur í Hoyvíkshøllini, har FM-vinnararnir í badminton, judo og borðtennis skulu finna.
Contrast FM, sum kappingin verður nevnd er tann stóri dagurin hjá hesum trimum ítróttargreinunum.
Jóannes Guttesen, formaður í Borðtennissambandinum, Erik E. Thomsen, formaður í Badmintonsambandinum og John Kjær, skrivari í Judosambandinum vitjaðu seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna við teir tríggjar.