Stóri talvdagurin er í dag

Eitt umfar er fyrrapartin og eitt seinnapartin í FM kappingini, sum er í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík

Mikudagurin í dymbildagavikuni er altíð stóri dagurin í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, og soleiðis er tað eisini í ár.

Síðani leygardagin hevur verið kappast í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, har eitt umfar hevur verið hvønn dagin. Í dag eru tvey umfør á skránni. Fyrstu leikirnir í fimta umfari verða fluttir nú klokkan 10, og klokkan 17 verður sætta umfar.

Umframt í landsliðsbólkinum verður kappast í almennum bólki og í unglingabólki. Øll eru væl komin at koma inn á gólvið og fylgja við.

5. umfar klokkan 10

Andrias Danielsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Rógvi Egilstoft Nielsen - Finnbjørn Vang

Heiðrikur T. Jacobsen – Eyðun Nolsøe

Martin Poulsen – Hans Kristian Simonsen

Herluf Hansen – Ólavur Simonsen

6. umfar klokkan 17

Høgni Egilstoft Nielsen - Ólavur Simonsen

Hans Kristian Simonsen - Herluf Hansen

Eyðun Nolsøe - Martin Poulsen

Finnbjørn Vang - Heiðrikur T. Jacobsen

Andrias Danielsen - Rógvi Egilstoft Nielsen

Støðan undan fimta umfari:

Rógvi Egilstoft Nielsen 4 stig

Hans Kristian Simonsen 3 stig

Eyðun Nolsøe, Finnbjørn Vang og Martin Poulsen 2,5 stig

Ólavur Simonsen 2 stig

Høgni Egilstoft Nielsen 1,5 stig

Andrias Danielsen 1,0 stig

Heiðrikur T. Jacobsen og Herluf Hansen 0,5 stig