Eitt veikt brúgvalag vestan fyri Føroyar sendir lýggja luft inn yvir okkum av vestri. Í kvøld og í nátt fer eitt lágtrýst og eitt tilhoyrandi brúgvalag framvið Føroyum av útnyrðingi og hevur við sær ein streym av kaldari og óstøðugari luft av norðri, sum blæsir inn yvir landið sunnudagin. Í næstu viku fara brúgvaløg og lýggj luft at venda aftur til Føroya, áðrenn ein kuldabrúgv fer framvið av norðri mikudagin.
Í dag
Hvassur vindur ella skrið av vestri, 15 til 20 m/s, skýggjað og samdrigið og seinnapartin regn. Seinni í dag skrið ella stormur av vestri, 18 til 23 m/s. Hitin millum 10 og 12 stig. Í nátt makar hann vindin í andøvsgul upp í strúk í vind av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein norðan. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 8 og 10 stig. Um kvøldið og náttina framvegis okkurt æl, sum frá líður vátaslettingur og hitin niður í 2 stig.
Sunnudagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s, og lækkar í ein útsynning. Fyrrapartin møguliga regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um 5 stig, um náttina niður í 1 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 8 og 10 stig. Um kvøldið makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Skýggjað, men sum frá líður yvirhøvur turt og hitin millum 8 og 10 stig.
Týsdagin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina upp í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, seinni av útnyrðingi og øtlar hann upp í skrið, 13 til 18 m/s. Fyrst regn, seinni klárar hann í, men okkurt æl. Sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 2 stig.