Stormurin gjørt skaða í Leirvík

Fyri lítlari løtu síðani varð boðað frá á alarmsentralinum, at Høvdavirkið í Leirvík hevur fingið skaða í tí nógva vindinum í dag.

Brunaumsjónarmaðurin í Eysturkommunu sigur, at tey eru beint nú á veg á Hagaleitið at kanna málið og fyrrenn tað er gjørt, veit hann ikki, hvussu umfatandi skaðin er.

Men hann sigur, at tað eru rættiliga harðar hvirlur av landsynningi, sum ikki er góð ætt á Hagaleitið.

Tað er tekjan á Høvdavirkinum, sum er farin, men umsjónarmaðurin veit ikki enn at siga, um tað, sum er farið í vindinum, hevur elvt til annan skaða.

Løgreglan í Havn sigur, at hetta er einasta fráboðan um stormskaða, tey hava fingið í dag