Mánakvøldið spældu Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy fyrsta kappingardystin í hesum kappingarárinum.
Á útivølli spældi Bergsøy - sum spælir í bestu norsku hondbóltsdeildini - dyst móti Gloppen úr triðbestu deildini í dysti í norsku steypakappingini.
Bergsøy vann seg trygt víðari í steypakappingini. Dysturin endaði við risasigri 41-14 til Bergsøy. Í steðginum var støðan 21-6. Pauli var noteraður fyri trý mál.
Komandi leygardag klokkan 17.15 leggur Bergsøy fyri í bestu norsku hondbóltsdeildini. Tá fáa Pauli og liðfelagarnir vitjan av Kolstad.











