Aftur í ár verður skipað fyri sokallaða Stórsteypadystinum – dysturin, har føroyameistarin og steypavinnarin frá kappingarárinum frammanundan hittast í einari seinastu styrkisroynd áðrenn nýggja kappingarárið byrjar.
Aftur í ár verða tað B36 og Víkingur, sum hittast. Í fjør endaði hesin dysturin við 3-3-javnleiki, men tað var Víkingur, sum fór avstað við steypinum eftir at tað varð avgjørt við brotssparkskapping.
Stórsteypadysturin í ár er settur at vera tann 27. februar kl.19.00. Spælt verður á Tórsvølli.