Stórt seinsummartiltak á Sandi um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið, 26.-28. august, skipar Sands kommuna fyri seinsummardøgum. Hetta eru dagar, har nógv ymiskt er á skránni, og har leygardagurin verður hin stóri dagurin - við einari rúgvu av tiltøkum til bæði børn og vaksin.

Í morgin lata forvitnisligu søvnini á Sandi upp, har Bygdasavnið verður opið frá klokkan 12-14 og Listasavnið frá klokkan 14-17.  Í annaðkvøld klokkan 20.30 verður bál og felagssangur Niðri á Hamri. 

 

Seinasta á skránni fríggjakvøldið verður kafé-kvøld í Virkinum við livandi tónleiki, har Frankie og Ási fara at spæla, og her fer Hanus Johannesen eisini at skipa fyri umtóktari Pub-Quiz.

 

Hin stóri dagurin á seinsummartiltakinum verður leygardagin, tá kommunan bjóðar ókeypis morgunmat á kommunuskrivstovuni klokkan 10, samstundis sum hoppiborgir lata upp og kunnu roynast á Ljósafløtti heilt til klokkan 20.

 

Leygardagin á middegi letur Virkið upp við matsølu og øðrum, og her verður opið heilt til klokkan 23, tá gjørt verður klárt til dansin, har Black Birds fara at spæla, og opið verður til klokkan 04. 

 

Umframt matsøluna í Virkinum, verður eisini listaframsýning her við lokalum listafólkum. Tá framsýningin alment letur upp á middegi, fer Oddfríður M. Rasmussen at siga nøkur orð um framsýningina, sum verður opin til klokkan 18.

 

Stutt eftir middag leygardagin verður barnaundirhald við Rógva í tjaldinum, og klokkan 13 verður eisini barnafelagssangur í tjaldinum.

 

Klokkan 13.30 kunnu tilbúgvingarakførini síggjast á økinum við Posthúsið, og tá verður eisini skipað fyri kondi-bingo, har plátur kunnu keypast við tjaldið á Ljósafløtti á Sandi.

 

Eitt annað tiltak, sum verður klokkan 13.30 á Bókasavninum, er upplestur við yrkingum, sum hava við Sand at gera, og tað verður Oddfríður M. Rasmussen, sum fer at lesa yrkingar.

 

Klokkan 14 leygardagin verða tvey forvitnislig tiltøk, har Mowi fer at bjóða smakkiroyndir av laksi, sum Birgir Enni tilreiðir, og tá verður eisini skipað fyri skjótikapping Úti í Støð.

 

Í Sands kirkju verður eitt konserttiltak klokkan 15 við Katrini á Borg og Paula R. Poulsen, og í tímunum frá klokkan 18 til 22 fara Ørvaroddar at grilla.

 

Eftir klokkan 18 verður nógvur sangur og tónleikur á Sandi. Fyrst verður tað Elisa Vang, sum fer at hava stand-up í tjaldinum, og klokkan 19 fer Jasmis á pall í tjaldinum. 

 

Teir næstu tímarnar fara fleiri á pall í tjaldinum - eftir hesi raðfylgju: Hanus G. Johansen, Páll Brim, Jens Marni, og frá klokkan 22.15 til 23 fara Frankie og Ási at framføra góðar slagarar í tjaldinum.

 

Sum áður nevnd, endar leygarkvøldið við dansi í Virkinum , og her fara Black Birds at spæla til klokkan 04.

 

Sunnudagin verður Listasavnið opið frá klokkan 14-17, og frá klokkan 15-17 verður listaframsýningin í Virkinum eisini opin. Klokkan 16 verður biografur í Virkinum, har filmurin "Verkir" hjá Karinu og Theresu Jákupsdóttir verður sýndur.

 

Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu sæst neyva skráin fyri seinsummardagar á Sandi.