Tað var eingin slingur í valsinum – als eingin – tá ið NSÍ í kvøld var á vitjan hjá 07 Vestur. Á Dungasandi vann NSÍ 6-1, og sigurin ber við sær, at NSÍ aftur er topplið, eftir at B36 í góðar tveir tímar hevur verið ovast. Eftir 10 umfør hevur NSÍ 23 stig, B36 hevur 22 stig, og KÍ hevur 20 stig. Tað eru bara hesi trý, sum í løtuni kappast um heiðursmerkjapláss, tí tað eru níggju stig frá KÍ og aftur til fýra tey næstu, sum eru Víkingur, HB, AB og B68.
Í annaðkvøld vera tveir dystir. AB fær vitjan av Víkingi, og HB fær vitjan av EB/Streymi.
Tað var heilt stórur á liðunum í góðveðrinum á Dungasandi. At 07 Vestur legði rygg til 6-1 tap ber boð um, at verjuspælið ikki er gott hjá vágamonnum. Eftir 10 dystir er málmunurin 5-20, og 07 Vestur er undir niðurflyingarstrikuni.
Hálvleiksstøðan var 3-1, og NSÍ var frammanfyri 3-0, áðrenn fyrrverandi NSÍ spælarin Jasper Van Der Heyden minkaði um munin til 3-1.
Í fyrra hálvleiki var Marius Kryger Lindh tvífaldur málskjútti. Hann hevur nú skorað trý mál, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti úr B36 og til NSÍ. Í dag var Tobias Hestad fremsti maður hjá NSÍ, og hann økti um munin til 2-0. Hetta var fimta ferðin, at hann var í landskappingardysti í bestu deildini, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
Eftir steðgin var miðvallarin Emil Weihe Joensen tvífaldur málskjútti, og miðverjin Daniel Obbekjær økti 10 minuttir eftir steðgin um munin til 4-1 eftir fríspark frá sera eyðsýnda Brandi Hendriksson Olsen.
NSÍ fer 2. hvítusunnudag at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og tá fer 07 Vestur í Gundadal at hitta B36.











