Sunnudagin 22. februar kl. 16.00 byrjar tað stóra Giljanestiltakið hjá Lions Club í Vágum.
Endamálið við tiltakinum er sjálvandi at savna inn pening til tey ymsu arbeiðini teir stuðla.
Og tað er ikki smávegis teir hava latið seinastu 11 árini.
Teir hava stuðla nógvum tiltøkum í Vágum, eins og teir hava verið við at stuðla altjóða hjálpararbeiði.
Millum annað stuðlaðu teir, eins og aðrir føroyingar, tá skriðan leyp í Súðavík í Íslandi.
Harafturat hava teir latið stuðul til katastrofugrunnin hjá Lions Club, eins og Lions Club Vágar hevur latið pening til ein barnagarð í Moskva.
Stuðla
lokalum tiltøkum
Av tiltøkum sum Lions Club Vágar stuðlar eru tað serliga tey lokalu tiltøkini sum liggja teimum nærmast.
Teir hava latið respirator til sjúkrabilin í Vágum, teir hava latið neyðkallitól til eldri fólk, og tað stóra tiltakið hesaferð verður at lata eitt hjartatól til Læknamiðstøðina í Vágum.
Ellisheimið hevur fingið stuðul til ein bil til rørslubrekað, og Daljanstova hevur fingið stuðul til undirvísingartól til brekað.
Lions Club Vágar hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita fornminnini í Vágum.
Teir hava latið gróthúsið við vatnið byggja uppaftur, umframt at teir hava latið stuðul til umvælingararbeiðið av Mylluni í Bø.
Løgmannsgarðurin á Steig hevur eisini fingið stuðul.
Grønlandsútróðurin
Men tað er ikki bara vágafólk sum fáa gleði av teimum krónunum sum verða savnaðar inn sunnudagin.
Besta dømi um hetta er Grønlandsfilmurin sum Lions Club Vágar setti gongd á.
Filmurin endaði sum eitt samstarvsprojekt millum Sjónvarpið, Útvarpið og Lions Club Vágar.
Upprunin til Grønlandsfilmin skal finnast í, at teir sum róðu út í Grønlandi, fækkast sum árini ganga, og tað vildi Lions Club Vágar ikki lata um seg ganga.
Teir hildu, at tað var rætt at fáa kortlagt henda so týdningarmikla part av søgu okkara.
Úrslitið av hesum arbeiði gjørdist sum kunnugt sendingar bæði í útvarpið og sjónvarpið til frøi fyri allar føroyingar.
Tí royna teir einaferð enn.
Í 1890-unum og í 1920-unum fóru nógvir føroyingar til Amerika og Kanada og Lions Club Vágar hevur sett sær fyri at fara at kanna hvussu varð við teimum.
Byrjað verður í smáum fyri at síggja um tað er nóg mikið av tilfari til eina sendirøð á sama hátt sum við sendingunum um Grønlandsútróðurin.
Lions Club Vágar sigur, at tað eisini hesuferð er ætlanin at fáa Útvarpið og Sjónvarpið at verða við í arbeiðinum.
Jens Eli Ellefsen, sum er ein av limunum í Lions Club Vágar sigur, at arbeiðið hesaferð fer at verða munandi lættari, tí nú vita teir hvørjar grunnar teir skulu søkja um stuðul.
Eitt tílíkt tiltak er dýrt, men teir vóru so hepnir, at fitt av peningi leyp av í sambandi við Grønlandsútróðurin, og tað verður flutt til hetta kanningararbeiði ístaðin.
Umframt tiltøkini sum nevnd eru omanfyri hevur mentanin í Vágum fingið stuðul.
Lions Club hevur verið við til at geva Mikkjalsbókina út, eins og teir hava latið stuðul til Sørvágs Tónleikarafelag og dansifelagið »Upp á Tá«.
Fjølbroytt skrá
Tað er ein sera fjølbroytt skrá fyri tiltakið á Giljanesi sunnudagin.
Har verður eydnuhjól, 21-spæl, tombola, seymsláing, fiskibrunnur og skjótibreyt.
Eisini verður skipað fyri matsølu, køkutombola og sølu av ísi, sodavatni og øðrum.
Afturat øllum hesum fer Lions Club at selja lutaseðlar, har møguleiki verður at vinna heimagjørdar lutir so sum ein heimagjørdan bil og eitt barnahús, sum er 2 metrar langt og ein metur breitt.
Vinnararnir av lutaseðlunum verða trektir klokkan 22 sunnukvøldið.
Tað verður eisini undirhald á skránni.
Sørvágs Tónleikarafelag fer at spæla og onkrir av teimum gomlu sangarunum í Vágum fer á pallin at syngja gamlar slagarar.
Eisini fer dansifelagið »Upp á Tá« at vísa fram fólkadans.
Fyri at øll skulu sleppa at síggja undirhaldið, verður steðgur í søluni meðan undirhald er á pallinum.
Tað eru bert mannfólk sum eru limir í Lions Club Vágar, kvinnurnar hava ikki atgongd, men Jens Eli Ellefsen leggur dent á, at vóru konurnar ikki so raskar at hjálpa til, so hevði onki tiltak verið.
Hann leggur afturat, at tað tiltakið er sera hugnaligt, tí tað er ikki so ofta, at so nógv fólk savnast á einum stað í Vágum.
Av tí at tiltakið er so umfatandi, brúkar Lions Club bæði skúlan á Giljanesi og høllina.