Nógv fólk hava tikið við áheitanini frá serfrøðini um, at lata seg kanna fyri CTD. Av somu orsøk hevur bíðitíðin á Rannsóknarstovuni verið eitt vet longri seinastu dagarnar. Komandi dagarnar verður atlit tikið til økta eftirspurningin, við at fleiri starvsfólk fara at taka blóðroyndir av borgarum. Tó kann enn væntast longri bíðitíð enn vanligt.
Johnny í Grótinum ásannar, at stóri áhugin leggur trýst á ambulatoriið og í ávísan mun gongur út yvir onnur, ið hava tørv á at fáa blóðroyndir tiknar, men fegnast tó um, at fólk lata seg kanna.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við sjúkrahússtjóran.
Til ber eisini at lata seg kanna aðrastaðnis:
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er laboratoriið opið gerandisdagar kl. 08.00-10.00.
Læknamiðstøðin í Gøtu tekur blóðroyndir hósdag kl. 08.15-09.30 og í Runavík er opið týsdag kl. 08.30-10.00.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er laboratoriið opið gerandisdagar millum kl. 08.00-13.00, og á Heilsumiðstøðini í Vági hvønn týsdag og hósdag frá kl. 09.00-11.00.