Stórur áhugið fyri internetinum

? Áhugin fyri internetinum í Føroyum er sera stórur, men vit hava ongar trupulleikar at fylgja við, sigur Poul Hendrik Poulsen, av marknaðardeildini á Telefonverkinum

Tað er ein øgiligur áhugið fyri internetinum. Næstan hvørt hús í Føroyum hevur teldu sum er, og tá er lítið sum er til hindurs fyri at fáa samband við henda heimsumfatandi miðil.

Telefonverkið merkir eisini tann vaksandi áhugan.

? Um mánaðarskiftið mai-juni vóru 1325 haldarar við »uppringdum sambandi« til internetið og nú vit fara inn í juli mánað eru vit farin upp 1500, sigur Poul Hendrik Poulsen av marknaðardeildini hjá Telefonverkinum.

Afturat hesum koma so fyritøkurnar, sum hava fast samband við netið og har eru nógvir brúkarar.

Hvussu nógvir er Poul Hendrik ikki greiður yvir, men tá vit gita umleið 2000 brúkarar sigur hann at tað er á eini góðari leið.

Hava tit trupulleikar at fylgja við?

? Nei. Vit høvdu trupulleikar við talinum av mótaldum, men vit hava loyst tann trupulleikan við at trýfalda talið av mótaldum. Einasti trupulleikin er nú uttanlandssamskiftið og tann trupulleikin verður loystur í nærmastu framtíð.

Poul Hendrik leggur afturat at áhugin fyri »netinum« er so stórur, at tað longu nú eru so nógvir brúkarar, sum teir høvdu mett at tað fóru at verða við ársenda.

? Men tað er eingin trupulleiki fyri okkum. Vit fylgja gongdini og tillaga skipanina so hon klárar at nøkta tørvin, sigur hann.

Talið av netbrúkarum svarar til 4 prosent av øllum føroyingum, men tað er einki løgið í tí.

? Vit eru bara eini tvey ár aftaná hinum, sigur hann.