Klokkan 10:54 fekk løgreglan boð um, at eldurin í Kollafjarðartunlinum er sløktur. Eldur kom í ein bensinbil miðskeiðis inni í tunlinum. Førarin, sum var einsamallur í bilinum slapp úr bilinum í øllum góðum.
Løgreglan heldur, at øll fólk eru sloppin úr tunlinum, men kann ikki útiloka, at onkur enn er inni í tunlinum, tí verður tað kannað.
– Fólk sum eru kom úr tuninum siga seg ikki hava sæð nakran inni í tunlinum, so sannlíkt eru øll komin úr tunlinum í øllum góðum, men tað mugu vit kanna, fyri at vera vís í tí, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vakthavandi sigur, at tunnilin als ikki lýkur nøkur trygdarkrøv.
– Vit fáa ikki tendrað tað reyða ljósið ella koyrt bummin niður. Vit hava í morgun fingið hjálp frá privatfólki, sum settu bilar fyri, soleiðis at eingin koyrdi inn í tunnlin, sigur vakthavandi.
Tað seinasta nýggja frá løgregluni beint nú er, at tey hava fingið boð frá átaksleiðaranum um, at eingi fólk eru inni í tunlinum. Sløkkiliðsfólk hava koyrt fleiri ferðir ígjøgnum tunnili fyri at vissa sær, at eingin er inni í tunlinum.
Roknasta kann við, at tunnilin letur upp aftur um ein hálvan til heilan tíma, sigur vaktleiðarin á politistøðini.