Stórur framburður í Nes kommunu

- Eingin ger nakað einsamallur, men saman við bygdaráðnum og íbúgvunum ber til at fremja stór tøk.

Súni í Hjøllum hevur sitið í bygdaráðnum í Nes kommunu út í eitt síðan hin 1. januar í 1985. Hetta er soleiðis hin áttanda setan hjá honum í bygdaráðnum.

 

Hesi mongu ár hevur Súni havt fleiri álitispostar sum bygdaráðslimur. Hann hevur eitt nú verið varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd.

 

Í sitandi bygdaráði er hann varaborgarstjóri, og hann er eisini limur í fíggjarnevndini, eins og hann umboðar Nes kommunu í Kongshavnar Havn, har hann er formaður umframt, at hann situr í skúlastýrinum fyri Tofta skúla.

 

Tað var á starvsfólkaveitslu hjá Nes kommun herfyri, at borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, handaði Súna í Hjøllum gávu fyri trúgva tænastu. Gávan er ein klokka úr gróti við búmerkinum hjá Nes kommunu.

 

Tá gávan varð handað, takkaði Súni fyri og hugleiddi í stuttum um stóran framburð og broytingar í Nes kommunu hesi ár.

 

- Tá eg kom í bygdaráðið var bara Nykakakaiin og gamla Toftagjógv á havnalagnum, og her var bara ein bygningur, Nykur. Kommunan hevði onga dagrøkt og barnaansing, her var eingin kommunal útstykking og bara ein grúsvøllur á Svangaskarði.

 

Við løtuna legði Súni í Hjøllum dent á, at eingin ger nakað einsamallur, men saman við bygdaráðnum og íbúgvunum í kommununi ber til at fremja stór tøk.

 

Hann nýtti eisini høvi at nevna nakrar av borgarstjórunum í Nes kommunu, sum hann hevur samstarvað við hesi mongu ár, Arna Højgaard, sála, Jógvan I Olsen, Haldur Vang, Ólav Magnussen, Marjuna Gaardbo, Símun Johannesen og nú Jóhannus Danielsen.

 

Súni í Hjøllum starvast sum fólkaskúlalærari í Klaksvík.