Bolt.fo hevur borið tað uppá mál, og nú sigur stóri íslendski fótbóltsmiðilin, fótbólti.net seg vita frá álítandi keldum, at metskjúttin í Betrideildini og á føroyska landsliðnum, Klæmint A. Olsen verður kunngjørdur sum leikari hjá íslendska meistaraliðnum, Breiðablik fyrsta dagin.
Fótbólti.net skrivar, at tað liggur í kortunum, at talan verður um ein leigusáttmála uppá eitt kappingarár.
Í Breiðablik verður Klæmint liðfelagi við Patrik Johannesen, ið hevur skrivað sáttmála við Breiðablik.
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericsson hevur ikki dult, at tað fór at vera ógvuliga torført hjá Klæminti at sleppa á landsliðið um hann fór at spæla við NSÍ í 1. deild komandi kappingarár.