Bólturin er rundur, og tað vil siga, at møguleikin framvegis er fyri, at púra óvæntað úrslit kunnu koma fyri.
Hetta var enn einaferð staðfest á Skála seinnapartin. Uppflytarin Skála vann 1-0 ímóti meistaranum tvey tey seinastu árini, B36.
Einsamalla málið skoraði Álvur F. Christiansen longu, tá ið fimm minuttir vóru farnir.
Veteranurin Pauli G. Hansen var ovurfegin:
-Vit arbeiddu hart, og tað kostaði gul kort. Tað vil so vera, tá ið vit spæla ímóti so góðum fótbóltsspælarum, sum teir í B36 eru. Vit arbeiddu hart á miðvøllinum, og verjan var væl skipað alla tíðina.
Nær kendi tú á tær, at hetta fór at eydnast?
-Tá ið B36 fór at leggja langar sendingar inn í okkara brotsteig. Tað er ikki teirra spæl, og tí varð tað lættari hjá okkum. Vit hava sett okkum fyri, at vit skulu verða gott og væl leysir av niðurflytingarstrikuni, og hetta er stig á vegnum, sigur Pauli G. Hansen, og hann heldur fram:
-Kenslan er øgiliga góð. Vit hava vant nógv og hart. Sjálvur havi eg ongantíð verið betri fyri, enn eg var undan kappingarbyrjan. Nú havi eg ligið sjúkur í tíggju dagar, og tað kennist væl í løtuni, at venjingarstøðan ikki er í toppi. Men vit vera klárir aftur um eina viku.
B36 málverjin Tórður Thomsen noyddist av vøllinum í fyrra hálvleiki. Hann staðfestir, at hetta ikki var dagurin hjá B36:
-Skálamenn vóru sera raskir. Teir spældu kontant, og tað megnaðu vit ikki at sleppa burturúr. Vit hava ikki roknað við at vinna hvørja ferð, og vit ætla avgjørt at reisa okkum aftur, sigur Tórður Thomsen.
Hvussu stendur til hjá tær?
-Í løtuni havi eg tað ikki so gott, men vónandi er talan bara um eitt slag og ikki ógvusligan snudd.
Soleiðis gekk tað fyri seg á Skála:
Skála-B36 1-0 (1-0)
1-0: Álvur F. Christiansen 3.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Skála: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jákup Jacobsen – Ólavur Mikkelsen, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen – Ari Olsen (Símun Petur Poulsen, 90.), Brian Jacobsen (Arnhold Berg, 83.), Álvur F. Christiansen (Hendrik á Fríðriksmørk, 66.)
Gult kort: Ari Olsen, Fritleif í Lambanum, Pauli G. Hansen, Brian Jacobsen, Hendrik á Fríðriksmørk, Arnhold Berg
Venjari: Pauli Poulsen
B36: Tórður Thomsen (Trygvi Askham, 33.) – Jónas þór Næs, Hørður H. Askham, Robert Heðin Brockie (Bjarni Petersen, 9.), Benjamin Heinesen (Alex Mellemgaard, 65.) – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen, Lukasz Cieslewicz – Sebastian Pingel, Jógvan Skeel Nolsøe, Gestur B. Dam
Gult kort: Hørður H. Askham, Alex Mellemgaard
Venjari: Eyðun Klakstein