Stórur sorgarleikur í russiskum sjógvi

Í minsta lagi 54 eru sjólætnir, eftir at russiskur trolari í gjár sakk eystur úr Kamsjakka hálvoynni

Endaliga talið er ikki uppgjørt enn, men tað er greitt, at tað kostaði í hvussu so er 54 trolaramonnum lívið, tá ið ein russiskur trolari fórst í gjár eystur úr Kamsjakka hálvoynni í Russlandi. Sambært tíðindastovuni Reuters, sum bæði DR og danska TV2 endurgeva, so fórst trolarin, tí drívísur skar skrokkin upp. Hetta gekk so skjótt fyri seg, at tað ikki vóru stundir at senda út neyðarkall, áðrenn trolarin sakk.

Í gjár varð sagt, at 43 trolaramenn vóru saknaðir, men í morgun er talið hækkað til 54.

Samlaða manningartalið var 132 – 78 russarar og 54 sum vóru úr Myanmar, Ukraina, Litava og Vanuatu, upplýsir leiðarin fyri bjargingarroyndini, Artur Rets, fyri russisku tíðindastovuni Tass.

Tass veit eisini at siga, at 62 eru bjargaðir, og at tað framvegis verður leitað eftir teimum, sum eru saknaðir. Tíggju skip og ein tyrla luttaka í leitingini, men vánirnar verða ikki mettar at vera góðar fyri at finna fleiri á lívi. Hitin í sjónum liggur um frostmarkið, og aldan er hálvanannan metur.

Tað eru neyvt fýra mánaðir síðani, at vanlukka av sama slagi sum hesari var eystur úr Russlandi. Ta ferðina var tað ein trolari úr Suðurkorea, sum sakk í ódnarveðri. Tá vórðu 52 av manningini, sum taldi 60, ikki afturfunnir.