Stríðið kann kosta í morgin

Allan Simonsen heldur møguleika vera fyri, at vánaligu umstøðurnar leygardagin fara at kennast aftur í annaðkvøld

 

Tíðindafundur


Sum vera man var venjarin hjá føroyska landsliðnum, Allan Simonsen, væl nøgdur eftir lokið stríð leygarkvøldið.

? Vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir við at hava vunnið ein HM undankappingardyst. Umstøðurnar vóru ikki til fótbóltsspæl. Tað var spell, at tað skuldi bera soleiðis á. Meðan vit hava fyrireikað okkum til hendan dystin, hava verður umstøðurnar verið góðar.

Allan Simonsen vildi ikki draga nakran spælara framum nakran annan, men staðfesti, at undir teimum umstøðum, sum vóru, so høvdu allir víst tað, sum roknast kundi við:

? Nú verður uppgávan at fáa møðina úr kroppinum, áðrenn vit mikukvøldið skulu spæla ímóti Russlandi. At vøllurin var so vátur og tungur kann fara at vísa seg at kennast komandi dagarnar. Spælararnir eru ivaleyst móðari, enn teir høvdu verið undir vanligum umstøðum.

Hví skifti tú Súna Olsen út?

? Hann var eitt sindur eymur í øðrum lærinum, og so gjørdu vit av at seta Heðin á Lakjuni inn í vinstru síðu.

Ivaðist tú í at gera onkra aðra útskifting eisini?

? Kurt Mørkøre hitaði upp, tí vit ætlaðu at seta hann inn í álopið. Vit tosaðu um at seta John Petersen aftur á miðvøllin og so at seta Kurt Mørkøre í plássið hjá honum. Tað gjørdu vit, tí vit hildu, at tað var neyðugt við eitt sindur størri tyngd í brotsteiginum hjá teimum. Men so vísti tað seg sum um, at tað gekk rætta vegin, og tá vit høvdu fingið málið var eingin orsøk at skifta út.

Hvat var taktiska útgangsstøði?

? Undir hasum umstøðunum var tað heilt einfalt. Tað ráddi um at syrgja fyri, at bólturin ikki kom í nánd av okkara máli, og at hann var so nær upp at teirra málið, sum tað bar til. Tað var týðuligt, at um eitt mál skuldi koma, so fór tað at vera eftir eina tilvildarliga støðu ella í sambandi við ein deyðbólt, og so ráddi um, at tað gekk fyri seg í rætta endanum.


Hálvt hundrað ferðir

Dysturin mikukvøldið var tann 50. hjá Allani Simonsen saman við føroyska landsliðnum. Hetta var áttanda ferðin, at føroyingar og Allan Simonsen vunnu. Sjey ferðir hevur tað verið javnt, og 35 ferðir hevur landsliðið tapt, síðani Allan Simonsen í 1994 gjørdist landsliðsvenjari. Málmunurin er 37?117.

Átta umboð fyri pressuna í Luksemborg vóru við í Føroyum, og teir vildu hava Allan Simonsen at siga teimum, um hann fer at halda fram sum landsliðsvenjari. Sáttmálaskeiðið hjá FSF og Allani Simonsen verður lokið, tá síðsti dysturin í HM undankappingini ? tað verður í Slovenia leygardagin 6. oktober ? er spældur. Men tað vildi Allan ikki svara uppá:

? Vit hava ikki tosað um tann spurningin enn, var svarið, sum væl nøgdi venjarin hjá føroyska liðnum hevði leygarkvøldið.