Hvør skuldi kent hvønn betur, skal ikki vera sagt. Men tað vísti seg sunnudagin, at Jóhan Danielsen enn eina ferð dugdi betur at lesa gomlu liðfelagarnar úr StÍF av, enn teir dugdu at lesa hann av.
Ið hvussu er var Jóhan ? saman við einari sera væl spælandi verju ? høvuðsorsøk til, at StÍF fekk eitt skot fyri bógvin í einari møguliga avgerandi løtu í kappingini um føroyameistaraheitið.
Høvdu strandingar hinvegin vunnið dystin, vóru teir øgiliga væl fyri ? tvey stig framman fyri VÍF og trý framman fyri Kyndil. Og tað hevði enntá verið við einum dysti í troti.
Soleiðis skuldi tað tó ikki vera, og tað sást næstan beinanvegin eisini, hvat av liðunum hevði lisið betur uppá og vísti meira ágrýtni og eldhuga. Kyndil var í øllum lutum betra liðið sunnudagin, og strandingar tóktust ongantíð at finna seg sjálvan, men máttu finna seg í leiklutinum at renna aftaná fyri tað allarmesta.
Kyndil bara betri
StÍF byrjaði nøkunlunda, men eftir at Kyndilsmenn miðskeiðis høvdu vunnið seg upp á javnt, hugdu teir ongantíð aftur í dystinum aftur um segog síðani varð hildið fast um leiðsluna líka til endans. Okkurt skifti í seinna hálvleiki var munurin enntá uppi á fimm málum.
Men ta einu løtuna hevði StÍF hug at nærkast, uttan tó at fáa neyðugu gjøgnumbrotini, ið kundu taka uppsetta Kyndilsliðið av fótum:
? Tá vit komu so nær, at bara eittans málið var á muni, var tað fyrst og fremst Jóhan, sum forðaði okkum. Sjálvt púrasta leysir við honum fingu vit ikki mál, og so var skjótt, at teir aftur fóru frá okkum, sigur Bent Djurhuus, StÍF.
? Ta løtuna byrjaði tað annars at rigga hjá okkum, men vit fingu bara ikki tað síðsta upp á pláss, so málini fylgdu við viðgongdini, og so gjørdist einki. Vit mugu bara viðurkenna, at Kyndil átti munin í dag og var klárt betra liðið.
Hóast tað ikki gekk hesa ferð, heldur Bent Djurhuus ikki, at teir í StÍF hava fyri neyðini at missa mótið, tí teir eru framvegis ájavnir við VÍF í stigum og við einum dysti meira eftir at spæla.
? Men eg vil kortini siga, at eg eri glaður fyri, at vit ikki skulu møta Kyndli eina ferð aftrat, tí tað er líkt til, at teir hava gott tak á okkum fyri tíðina. Nú mugu vit bara royna at avgera alt sjálvir móti hinum liðunum, vit hava eftir at spæla ímóti, heldur hann.
Tveir fingu pentur
Hóast Jóhan Danielsen vísti styrki í avgerandi løtunum í dystinum, vóru tað eisini aðrir av teimum grønu, ið høvdu ein góðan dag á Skála sunnudagin.
Jacob Jónsson, ið stýrdi tí mesta hjá Kyndli, var eitt skifti mansvardur, men tað munaði einki fyri strandingar, tí í staðin fór serliga Finnur Hansson at gera um seg og setti bóltarnar inn, næstan sum hann vildi.
Annars var Jacob Jónsson annar parturin í einari óhepnari støðu, tá hann og Kristjan Petursson hjá StÍF rendu saman. Talan var um hendiligt óhapp, men báðir fingu so mikið stórar skeinur, at teir sunnukvøldið máttu biðja sær tíð at fáa pentur seymaðar.
Í kanska eitt korter mátti Kyndil tí royna at klára seg uttan Jacob, men heldur ikki tað tóktust nerva teir grønu, sum nú ikki longu mugu roknast at spæla slíkar dystir, so teir skulu gera vestmenningum og strandingum fortreð.
Nú skerst ikki burtur, at Kyndil spælir fyri at vinna ? og eisini hevur nakað at fara eftir, soleiðis sum kappingin hevur háttað seg síðstu umførini.
Ein dyst í senn
Sigurin sunnudagin fær tó ikki Kyndilsmenn at missa fótafestið, tí framvegis eru fýra dystir eftir at spæla, áðrenn greitt er, hvussu nógv fer at koma burtur úr hesum kappingarárinum.
Hans Áki Dal-Christiansen er eftirhondini ein av teimum royndastu á liðnum hjá Kyndli, og hann tykist ikki hava hug at leypa framav, sjálvt um tað hevur gingist væl í síðstuni:
? Vit taka ein dyst í senn, og so mugu vit bara fáa at síggja, hvussu langt tað fer at røkka. Men tá eg hugsi um, hvat vit kundu fingið burturúr, um vit vóru komnir í gongd eitt sindur fyrr, kann eg saktans iðra meg eitt sindur um tað, heldur hann.
Kyndil tapti fyrsta dystin í endaspælinum, men hevur síðani havt tveir javnleikir og fimm sigrar ? harav eru síðstu fýra dystirnir vunnir.
Og Hans Áki er ikki minst fegin um sigurin á strandingum, sum hann heldur vera eina staðfesting av, at steypafinalan ikki var ein dystur, Kyndil vann av berari tilvild:
? Vit vístu í dag, at dugur veruliga er í okkum, og eg haldi, at vit yvirhøvur stríddust sera væl og fingu lagt góðan botn í spælið hjá okkum við verjuspælinum. Tá verja og málmaður spæla væl, gevur tað altíð úrslit í hinum endanum eisini, sigur hann.
? Tað er stuttligt at spæla við Kyndli í løtuni, og sjálvt undir venjingini merkja vit, at vit eru væl fyri og kunnu fáa nógv burturúr. Hvussu langt tað so fer at røkka, fáa vit at síggja, tí vit flúgva ikki hægri enn so, at vit taka bara ein dyst í senn.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 23-29 (11-14)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 7 (1), Costin Dumitrescu 4 (2), Alexandur Johansen 4, Artur Johansen 3, André Danielsen 2, Pauli Hansen 1, Kristjan Petursson 1, Jón Rasmussen 1
Kyndil: Finnur Hansson 8, Jacob Jónsson 7, Hans Áki Dal-Christiansen 4 (2), Høgni Klein 4, Janus Einar Sørensen 4, Leif Mikkelsen 1, Ken Zachariasen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 4
Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 5Dómarar: Sámal Hansen og Kristian Johansen