Strandferðslan selur seinasta bussin

Strandfaraskip Landsins hava lýst seinasta bussin til sølu. Bussførarin er sagdur úr starvi til 1. januar 2004

Strandfaraskip Landsins lýsa tann seinasta av bussunum hjá stovninum til sølu. Førarin er sagdur upp at fara úr starvi á nýggjárinum, og síðan verður tað ein politisk avgerð, um flogrutan, har bussurin hevur koyrt, skal bjóðast út av nýggjum, sigur fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni.
Tá Bygdaleiðir fyri góðum tveimum árum síðan vórðu bodnar út, varð flogleiðin verandi eftir hjá Strandferðsluni. Avgjørt varð tá, at hyggjast skuldi at, hvussu ferðingin fór at laga seg, tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu.
Ferðafólkatalið við bussinum minkaði munandi, og tað er ikki komið upp aftur enn, men tykist hava lagt seg í fasta legu, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins.
Busseigarar í Vágum, sum áhugaðir vóru í at bjóða upp á hesa leiðina, meta, at nú bussurin verður seldur, eigur leiðin at verða boðin út av nýggjum.
?Tað er ein politiskur spurningur, um tað skal gerast, ella um okkurt annað verður gjørt, sigur Poul Jákup Thomsen. Hann sigur, at Strandferðslan hevur boðað Vinnumálaráðnum frá støðuni, sum nú er, og so má ein avgerð koma haðani, um boðið verður út, ella onnur loysn verður vald.
Fólk, sum ferðast á leiðini, hava lagt merki til, at vanligi bussførarin ikki koyrir í løtuni, men at annar bussur er komin á leiðina, hóast ikki er boðið út.
Poul Jákup Thomsen sigur, at tað kemst av, at bussførarin, sum er sagdur úr starvi, heldur frí í løtuni, og meðan tað er, røkir annar bussur, sum dagliga koyrir á aðrari rutu, eisini tann partin, sum bussurin hjá Strandferðsluni vanliga koyrir.