Strandferðslan yvirtekur helst sigling frá privatum

– Bara eitt boð kom inn upp á at røkja siglingina ímillum Sørvág og Mykines, men tað var alt ov høgt og tí yvirtekur Strandferðslan helst siglingina aftur

– Eg dugi illa at síggja nakran annan møguleika enn at Strandferðslan yvirtekur siglingina aftur. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluna.

 

Fyri nøkrum árum síðani varð rutusiglingin ímillum Sørvág og Mykines útveitt til privat at røkja og nú var sáttmálaskeiðið úti á hesum sinni. Tískil varð siglingin boðin út aftur at røkja frá í ár til 2020, har møguleiki kortini skuldi vera fyri at leingja sáttmálan  til 2022.

 

Men tá ið freistin var farin hevði Strandferðslan bara fingið eitt boð og tað var frá felagnum, sum hevði røkt siglingina framman undan. Boðið var upp á 800.000 krónur, men tað er nógv hægri enn tað, Strandferðslan hevur sett av til siglingina, tí tað er 300.000 krónur.

 

Tað er væl lægri enn Strandferðslan upprunaliga ískoytið hjá Strandferðsluna var upprunaliga, men Hilmar Eliasen vísir á, at seinastu árini eru inntøkurnar av ferðafólki og farmi munandi hækkaðar. Síðani 2009 er ferðafólkatalið næstan fýrafaldað, tí í 2009 ferðaðust 5.631 fólk út til Mykinesar, í 2013 var ferðafólkatalið næstan tvífaldað upp í 10.028 ferðafólk og í fjør tvífaldaðist ferðafólkatalið enn eina ferð upp í 20.629 ferðafólk.

 

– Tískil meta vit at 300.000 krónur um árið er eitt hóskandi ískoyti frá Strandferðsluni til siglingina, sigur Hilmar Eliasen. Men harumframt fær tann, sum røkir siglingina, allar inntøkurnar av farmi og ferðaseðlum. Hinvegin segði tann, sum eigur Jósup við KvF, tá ið freistin at lata tilboðini inn, var farin, at økt tal á ferðafólki og farmi, kravdi eisini meiri manning, umframt at skipið skuldi haldast, so hann kundi ikki gera tað bíligari enn fyri 800.000 krónur um árið.

 

Treytirnar eru, at í høvuðsheitum skulu tveir túrar siglast um dagin í fýra mánaðir um árið, frá 1. mai til 31. august. Umframt hetta, verður eisini siglt í heystfrítíðini.

 

– Eftir lógini ber ikki til at fara víðari, tá ið vit ikki fingu nakað boð, sum leyk treytirnar í útbjóðingini, sigur stjórin í Strandferðsluni.

 

Sostatt er óvist, hvussu mykinesleiðin skal røkjast og nú er Strandferðslan farin at kanna møguleikarnar. Men stjórin sær illa fyri sær, at tað ber til at gera eitt nýtt útbjóðingartilfar, nú skotbráið er so stutt til siglingin skal byrja.

 

Tí sær hann illa nakran annan møguleika enn at Strandferðslan sjálv yvirtekur siglingina aftur.

 

Men skal Strandferðslan gera tað, verður neyðugt at útvega eitt hóskandi skip. Hilmar Eliasen sigur, at tað kann Strandferðslan gera, við teirri játtan, tey hava, tí tey hava sett 300.000 krónur til endamálið, umframt at tey høvdu fingið inntøkurnar av ferðaseðlum og farmi.