Tú kanst taka so nógvan turran og ræstan fisk, sum tær lystir. Men tú fært hægst fimm kilo av turrum kjøti við tær.
Hetta er millum annað avleiðingin av nýggju reglunum um privatan innflutning av matvørum til Danmarkar og restina av ES. Reglurnar eru vorðnar strangari og eitt samlað yvirlit fæst á heimasíðuni hjá Fødevaredirektoratet fdir.dk.
Tú kanst taka óavmarkað av fiski og fiskavøru við tær. Í hesum er írkoknað turrur og ræstur fiskur. Við kjøtin, grind og fugli er øðrvísi. Innflytir tú seyða- og neytakjøt skal hægst eitt kilo vera í hvørjum pakka. Kjøtið kann vera saman við aðrari matvøru, men mongdin kann í mesta lagi viga fimm kilo.
Tú kanst í mesta lagi hava fimm kilo av flogfenaði, fugli og haru, grind, eggum til matna og pasteuriseraðari mjólk og mjólkaúrdrátti, stendur at lesa á heimasíðuni.
? Verða reglurnar ikki hildnar, sleppur vøran ikki inn í Danmark og verður send aftur til Føroya. Um matvøra skal takast til annað ES-land enn Danmark er skilagott at spyrja heilsufrøðiligu myndugleikarnar í landinum um reglurnar fyri innflutninginum, áðrenn sent verður úr Føroyum, sigur Ingibjørg Egholm av matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu.
Reglurnar eru ásettar fyri at forða fyri innflutningi av smittu, sum kann gera donsku dýr sjúk. Tí skifta reglurnar javnan, tí hugt verður eftir heilsustøðuni hjá dýrum í einstøku londunum. Reglurnar eru bara galdandi fyri privatan innflutning. Aðrar reglur eru galdandi fyri handilsligan innflutning.