Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 1,1 miljónir krónur, og tað var Kristina Johannesen á Sandi, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.
Hon valdi at deila høvuðsvinningin yvir teir tríggjar leyparnar við 400.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta snari steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. - Eg haldi, eg prøvi aftur, segði hon.
Tá hon snaraði gekka-hjólinum aðru ferð, var rættiligur spenningur í luftini, tí hesaferð streyk hjólið bert fáar seymir fram við bláa leypinum.
Hjólið steðgaði nú á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 37.500 krónur.
- Eg royni triðju ferð, segði Kristina Johannesen.
Aftur hesaferð var hon rættiliga nær við at ogna sær tann góða vinningin, men hjólið streyk tíverri enn einaferð nakrar seymir fram við reyða leypinum.
Gekka-hjólið steðgaði nú á 10.000 krónum, sum gjørdist vinningurin hjá Kristinu Johannesen á Sandi í kvøld. Men, hon tóktist ikki vónsvikin.
- Tað er eisini gott. Tað er fínasta slag, segði hon og takkaði fyri vinningin.