Stripp kann skaða

Kjak um stripp: Sjúrður Skaale, løgtingsmaður

Eg eri liberalt sinnaður. Politikarar skulu eftir mínum tykki hava sera góðar grundgevingar, áðrenn vit við lóg seta mørk fyri, hvat fólk sleppa at gera. Í grundregluni skal ein persónur sleppa at gera alt - so leingi hann ikki skaðar ein annan. Halda vit okkum ikki til hetta, kann skjótt henda, at politikarar fara at banna tí, sum teimum ikki dáma.

Striptease snýr seg um, at flottar gentur vinna sær nakrar krónur við at lata seg úr, meðan tær dansa ein eggjandi dans. At nøkrum ikki dáma hetta, má ikki vera grundarlagið undir einum banni. Spurningurin er: Fær nakar skaða av tí?

Svarið tykist tíverri at vera ja.

Dokumenteraðar kanningar úr t.d. Íslandi vísa, at fólk, sum skipa fyri striptease, mangan útnytta ungar kvinnur, sum eru illa fyri. Tí kunnu tær fáa skaða av. Harumframt er dokumenterað, at stripparar mangan enda við at selja meira enn bara sítt stripshow. Tí kunnu tær eisini fáa skaða av.

Hetta eru helst undantøkini - men skal eitt forboð setast, so rakar tað øll, tíverri. Júst sum forboðið móti at selja øl í matvøruhandlum eisini rakar tey, sum ongar alkoholtrupulleikar hava.

Vit skulu ansa sera væl eftir, at vit ikki við betrivitandi hugburði "verja" vaksin fólk móti nøkrum, sum tey sjálv vilja. Tað er ómynduggering - og hon kann sanniliga eisini vera skaðilig.

Men um vit á tann hátt verja genturnar móti einum slagi av misnýtslu, er als ikki óhugsandi, at eg kundi tikið undir við eini avmarking av rættinum at skipa fyri almennum tiltøkum við striptease.