Strondin tekur skap

Stoyptur er kantur fram við bryggjuni, sum nú er brotin burtur.

Stoyptur er kantur fram við bryggjuni, sum nú er brotin burtur.

 

Bryggjan úti á Malarenda var so illa farin, at hon ikki kundi nýtast til atløgubryggju meira. Men sum flestum kunnugt hava nólsoyarkonur í eina tíð svomið á sjónum úti á Malarenda.

 

Tí hevur kommunan gjørt av, at í staðin fyri eina ónýtiliga atløgubryggju, skuldi í staðin gerast ein sandur, har bryggja hevði verið.

 

Bryggjukanturin var tí brotin burtur, og nú er so ein kantur stoyptur fram við. Somuleiðis er Krabbasker frílagt, sum annars var hálvt undir betongi, tá bryggjan varð stoypt.

 

So er bara eftir at taka formarnar niður og so fáa sprænt sand á.