Strongd: teldupostar hoyra arbeiðstíðini til

Kennir tú teg noydda at svara teldupostum frá stjóranum eftir arbeiðstíð? So er tørvur á at tosa um teldupostmentanina á arbeiðsplássinum, sigur stressgranskari hjá Nationala Granskingarsentrinum fyri Arbeiðsumhvørvið í Danmark, Malene Friis Andersen, við dr.dk.

 

 

Hon undirvísir leiðarum í, hvussu teir skulu fyribyrgja strongd á arbeiðsplássinum og greiðir frá, at tað er ikki altíð, at stjórar eru tilvitaðir um tað teir gera eftir arbeiðstíð.

 

 

Hon sigur við DR, at hennara royndir eru, at stjórar ikki eru tilvitaðir um, at starvsfólk kenna seg noydd at svara stjóranum aftur beinan vegin, hóast tey hava fingið boð um at bara bíða til arbeiðsdagur er aftur.

 

 

- Tað er sum við børnunum. Tey gera ikki tað sum mamma og pápi siga. Tey gera tað, sum mamma og pápi gera. So sendir leiðarin teldupost uttanfyri arbeiðstíð, so fara starvsfólkini eisini at gera tað, sigur Malene Friis Andersen við dr.dk.