Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Norðurlandahúsinum í sambandi við innsavning av peningi til Krabbameinsfelagið, sum hevur 30 ár á baki í ár. Tað eru Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og so Kringvarpið, ið stíla fyri hesum serstaka tiltakinum, sum verður sjónvarpað og útvarpað til øll heim í landinum í ikki færri enn fýra tímar.
Einstaklingar, fyritøkur o.o. hava so høvi til hesa løtuna at flyta pengar til slóðbrótandi arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum. Fyri at fáa so mong sum til ber at lýða á hevur Kringvarpið gjørt rættiliga nógv burtur úr við at gera samrøður og innsløg umframt at tónleikarar verða við til at fylla góðu karmarnar í Norðurlandahúsinum út.
Krabbamein er vorðin ein fólkasjúka ikki minst í Vesturheiminum, har meðallivialdurin er vaksin nógv hesi seinastu árini. Fólk gerast so gomul, at krabbamein nær at fáa fastatøkur. Men eisini millum ung og tilkomin ger sjúkan um seg. Um somu tíð verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at koma sjúkuni til lívs. Her ikki minst gjøgnum gransking og betraða viðgerð. Tað hevur tí ómetaliga nógv at siga, at tey, sum granska og arbeiða við hesum, fáa teir neyðugu midlarnar. Tað almenna eigur sjálvandi at ganga á odda við at gera íløgur í eitt vælvirkandi heilsu- og sjúkrahúsverk, men privatir stovnar og feløg og eisini einstaklingar eiga og kunnu eisini vera við til at stuðla undir hesi felags uppgávu.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld er eitt dømi um hetta. Har fleiri ymsir stovnar og feløg ganga saman um at fáa føroyingar flest til at lata eina upphædd til arbeiðið at fyribyrgja og viðgera og ikki minst granska í krabbameinssjúkum.
Í hesum døgum er eisini komin út ein krabbameinsætlan fyri Føroyar. Her verður ásannað og staðfest, at krabbamein er ein av herviligastu sjúkunum her á landi. Spurt verður tí um føroyska heilsuverkið kann gera meira fyri at tryggja hesum sjúklingum so góða viðgerð sum møguligt umframt at stuðla og ráðgeva sjúklingi og avvarandi, sum jú eisini verða rakt, tá krabbamein verður staðfest í familjuni. Umrødda krabbameinsætlan skal slóða fyri, at ljós verður varpað á hesar spurningar. Hon fevnir um ikki færri enn 58 tilmæli um ábøtur. Arbeiðsbólkurin sigur seg vóna, at ætlanin kann skapa grundarlag fyri, at vit í størri mun fáa fyribyrgt krabbamein í Føroyum, og tá sjúkan rakar, fáa veitt eina trygdargóða viðgerð á altjóða stigi.
Vit loyva okkum at gita, at alt Førøya fólk fer at taka undir við ikki bert hesi áhugaverdu og tiltrongdu ætlan, men eisini longu í annaðkvøld fara at geva gallatiltakinum í Norðurlandahúsinum afturljóð. Gott í tykkum øll, sum eru við til at skipa fyri hesum einastandandi tiltakinum.