Stuðla kvinnum í Niger

Tiltak til frama fyri ungar kvinnur í Niger verður leygardagin í Sangstovuni í Sankta Frans Skúla í Havn.

Loppumarknaður til frama fyri ungar kvinnur í Niger verður leygardagin 14. mars kl. 10-16 í Sangstovuni í Sankta Frans Skúla. Tiltakið er partur av føstuátaki hjá katólska hjálparfelagsskapinum Caritas. Peningurin fer til at stuðla ungum kvinnum í Niger Afrika, so at tær kunnu fáa eina útbúgving, sum gevur teimum vinnuførleikar og kunnleika til at gera sær lívið gott.

Hetta er fimtu ferð,  kirkjan skipar fyri loppumarknaði. Tann fyrsti, sum var til frama fyri neyðhjálp til Bolivia, gav 30.500 kr. Tann næsti gav 35.000 og var til frama fyri børn í Uganda, hvørs foreldur vóru deyð av eyðkvæmi. Tann triði 24.473 til eina maismyllu til fátækar bøndur í Uganda. Tann fjórði gav 31.700, sum fór til eina verkætlan hjá 31 bóndafeløgum í Uganda at gera skúlaurtagarðar, so børnini bæði kundu læra urtagarðsbrúk umframt at dyrka grønmeti og frukt at eta í skúlatíðini. Kirkjan hevur hvørja ferð fingið takkarskriv fyri peningin. 


Hevur ein lutir at lata,  kunnu teir latast inn í Mariukirkjuni.