Studningur kostar í vælferðini

- Hóast stór kreppan er í ávísun vinnum, eitt nú rækjuvinnuni og alivinnuni, eiga vit undir ongum umstøðum at fara út í nýggjar studningsskipanir. Hetta loysir ikki upp fyri nøkrum, men fer at kosta okkum vælferð, sigur formaðurin í Búspaparráðnum, Hermann Oskarsson

Studningur

Formanninum í Búskaparráðnum dámar ógvuliga lítið, at røddir aftur eru frammi um, at studningur skal veitast ávísum vinnum, sum ikki bera seg, soleiðis sum støðan er.
- Eg haldi, at hetta er ein ógvuliga óheppin leið hjá føroyingum at fara. Síðan kreppuna fyrst í nítiárunum, eru studningarnir minkaðir. Hetta hevur havt ógvuliga positivan týdning fyri vinnuna og fyri alt samfelagið.

Aftur at dyrgja

Hermann Oskarsson, sum eisini er stjóri á Hagstovu Føroya, vísir á, at vit í fyrsta lagi hava fingið eina nógv sunnari vinnu. Í øðrum lagi hevur vinnan, soleiðis sum tíðin er gingin, mist trúnna á, at tað nyttar nakað at dyrgja eftir studningi úr landskassanum. Neyðugt hevur verið at gingið leiðir, sum nú einaferð roynast best hjá hvørjum einstøkum skipi og virki. Heldur enn at bíða eftir studningi, hevur vinnan seinastu árini brúkt orkuna uppá, hvussu vinnan kann gerast lønandi.
- So skjótt, samtykt verður at veita studning, veit vinnan, at tað loysir seg at dyrgja í landskassanum heldur enn at stýra hendan ella handan vegin, sigur hann.
Formaðurin í Búskaparráðnum harmast um, at ávísir politikarar undan seinasta vali sendu út signalir um, at teir ikki eru so avgjørdir um studning.
Í hesum sambandi vísir hann eitt nú til sitandi løgmann, Jóannes Ejdesgaard, Jóhan Dal, sum gjørdist fiskimálaráðharri og Bárð Nielsen, sum í dag er fíggjarmálaráðharri.
- Nú eru vit her, og vit eru ikki líka so negativir um studning, sum undanfarna landsstýri var. Tað er ikki bannað longur at taka orðið, studning, uppá tungu. Soleiðis skilti eg boðskapin, sigur Hermann, sum heldur, at hetta var ein ógvuliga keðilig og óheppin vend í føroyskum politikki.
Herman vísir á, at tá ið hetta var "tendensurin", er einki undarligt í, at tann parturin av vinnuni, sum klárar seg ringast, kemur við brestin.

Kostar vælferðina

Formaðurin í Búskaparráðnum uggar seg tó við, at hann enn ongan nýggjan studning hevur sæð vera samtyktan.
- Fara politikararnir aftur at samtykkja studningar til vinnuna, endar hetta við stórum spilli av okkara vælferð.
Hann ávarðar tí staðiliga ímóti hesum hugburði.
- Tað eru kapitalistarnir, sum skulu reka vinnuna, og tað eru teir, sum skulu finna út av, hvat loysir seg og ikki. Vinnan skal ikki dikterast við almennum studningum, sum aftur fer at kosta okkum vælferð.
Hermann Oskarsson vísir á, at vit í Føroyum langt frá eru
sloppin av við allar studningar, men hann endurtekur, at gongdin seinastu árini og hugburðurin í hesum sambandi hava verið ógvuliga positiv.
- Hóast stór kreppan er í ávísun vinnum, eitt nú rækjuvinnuni og alivinnuni, eiga vit undir ongum umstøðum at fara út í nýggjar studningsskipanir, tí hetta loysir ikki upp fyri nøkrum.
Hann vísir til rækjuflotan og rækjuálitið og sigur, at tað er einki, sum bendir á, at studningur í longdini kann loysa teir trupulleikar, sum henda vinna hevur.
- Mælt verður til at stuðla vinnuni í tvey ár, men eg kenni onga studningsskipan, sum frívilliga er sett úr gildi aftur.

Rein propaganda

Formaðurin í Búskaparráðnum fýlist annars á tað, sum KPMG sigur í eini talvu í samband við rækjuálitið.
- Víst verður til tey 276 ársverkini, sum eru í rækjuvinnuni í 2001 og 2002. Sagt verður, at hvørva hesi ársverk, gerast tilsamans 1234 føroyingar arbeiðsleysir.
Hermann Oskarsson heldur, at hetta er rein propaganga og púrasta burtur úr vón og viti.
- Eg haldi ikki, at nakað høpi er í hesi niðurstøðu, sigur formaðurin í Búskaparráðnum at enda.