Stuldur og barnavernd

Herfyri heitti Svf á meg sum formann í barnaverndini í Havnar Kommunu um at fáa eina viðmerking viðvíkjandi nógva prátinum um stuldur millum ung.

Og so tað, at fleiri handilsmenn aftraðu seg við ella heilt lótu vera við at gera annað við málið enn at tosa við tey ungu og foreldur teirra. Eg játtaði Tóri Mikkelsen eina viðmerking m.a. tí hann í undanprátinum tóktist, sum vildi hann geva málinum eina sakliga viðgerð. Men tá málið varð viðgjørt í Degi og Viku fríggjakvøldið 14. november vísti tað seg, at málið bert varð viðgjørt sum tju bang journalistikkur. T.v.s. at sjónarmiðið hjá SMS stjóranum Hans Mortensen um als ikki at fáa myndugleikar upp í mál um stuldur, móvegis einari útsøgn frá mær um, at øll børn sum stjala skulu handtakast av løgregluni og tveitast í gapið á barnaverndini. Og so eina smarta viðmerking frá nevnda stjóra um, at hann ikki sá nakað endamál við at fara víðari við málum um stuldur, bert tí barnaverndin skuldi fáa meira nágreinilig hagtøl.

Ætlaði tó ikki at gera meira við málið, men nógv hava vent sær til mín og víst sína ónøgd við, at fremsta málið hjá barnaverndini er at ganga løgregluni til handa og annars royna at oyðileggja lívið hjá teimum ungu, sum í veikari løtu traðka við síðuna av. Og tað sigur seg sjávlt, at ein kann ikki lata slíka hugsan sleppa at valda um barnaverndina og arbeiði hennara. Tí hesa frágreiðing.


Samstarva

Barnaverndin í Tórshavnar kommunu tekur arbeiði sítt í ramasta álvara, og hóast tað mangan er trupult og sær eitt sindur svart út, so bæði vóna og trúgva vit uppá, at vit kunnu gera nakað munagott fyri børnini, tey ungu og familjur teirra. Og vit eru eisini sannførd um, at besti og einasti háttur at náa hesum máli er við neyvum samstarvi. Samstarvi við familjurnar, myndugleikar, fakbólkar og annars viðkomandi persónar. Ein av hesum samstarvspørtum okkara er løgreglan, og eg tori at siga vegna allar nevndarlimirnar og starvsfólkið á sosialu deild býráðsins, at samstarv okkara við løgregluna er bæði gott og skilagott. At samstarvið kemur báðum pørtum til gagns, og at nógvar familjur í seinasta enda eisini hava verið nøgd og fegin um tað. Samstarvið millum barnaverndina og løgregluna fer altíð fram í vissuni um, at vit umboða hvør sín part, men at vit vilja tað sama, at bæði børn og familjum teirra skulu hava eitt gott lív røttu megin øll lógarmørk.


Allar flestu hava

stolið

Vit í barnaverndini kenna eftirhondini nokk so væl hugburðin og atburðin hjá børnum og ungum í býnum, og vit vita tí sjálvsagt eisini, at tað eru ymiskar orsøkir til at ung fólk viðhvørt taka vøru ella annað uttan at gjalda fyri tað, og at tey allar flestu munnu hava roynt tað á ein ella annan hátt. Vit eru eisini vitandi um, at tey flestu bert gera hetta heilt stutta tíð ella bert eina - ella tvær ferðir. Tey kunnu gera tað orsaka av spenningi ella tí onnur gera tað. Og barnaverndin sær tí sjálvsagt ikki nakra orsøk til at kriminalisera ella forfylgja hesum ungu ella familjum teirra. Hinvegin er barnaverndin vitandi um, at ein partur av teimum ungu sum taka uttan at gjalda fyri tað, eisini gera tað av øðrum orsøkum enn nevndar eru omanfyri. Tey kunnu gera tað við vinningi fyri eyga (síðan málið um stuldur kom upp herfyri, havi eg frætt, at tað eru lágaldursungdómar, sum skipa skipaðan stuldur og fáa onnur ung at hjálpa sær). Orsøkirnar kunnu eisini vera av meira persónligum slagi. T.v.s. at stuldurin kann vera eitt tekin um ávísar trupulleikar tann ungi hevur at dragsast við. Eitt tekin um mistrivna, um sálarliga órógv, um at eingin gevur teimum gætur, og at tey tí eru farin undir at fremja ein meira óhepnan atburð.

Og tað eru hesi ungu, sum barnaverndin fegin vil hava samband við. Ikki fyri at tey skulu revsast og verða skrásett sum brotslingar, men fyri at royna at rætta teimum eina hjálpandi hond og kanska eisini støðga skeivu gongdini. Og í slíkum málum er kanska eins ofta talan um at hjálpa allari familjuni á ein ella annan hátt.

Tað er ikki altíð lætt hjá handilsmonnum at meta um, annaðhvørt tann ungi, sum nápar eitthvørt, ger tað av hesi ella hasari orsøkini. Og vil tað tí koma fyri, at handilsmaðurin viðhvørt meldar ung, sum gera tað fyrstu ferð, til løgregluna. Og kann hetta tykjast (eisini foreldrunum) sum bæði ógvusligt og óneyðugt. Og so verður tað sagt, at ósekur smástuldur skal revsast og skrásetast, meðan?

Fyri nøkrum árum síðan hevði eg helst sjálvur hildið, at sjónarmiðini hjá Hansi Mortensen vóru bæði skilagóð og menniskjanslig, og havt eina ella aðra hugsan um, at øll børn gera tað, og at tað man fara at laga seg. Og hví í allari víðu verð blanda løgregluna uppí.

Men aftan á fimm ár sum nevndarlimur í barnaverndini í Havnar kommunu eri eg av teirri áskoðan, at ta tænastu tú ger einum ungum fólki og foreldrunum við ikki at melda stuldur til løgregluna er ein bjarnatænasta.

Og byggir henda áskoðan á tríggjar meginreglur:

1) telist barnið millum teirra, sum ikki hevur nápað fyrr og bert hevur gjørt tað fyri spenningin, ja, so fær ein túrur á løgreglustøðina og ein samrøða við ein sosialráðgevara ikki aðrar avleiðingar, enn at barnið hevur skilt álvaran í málinum Barnið fær avgjørt ongi sálarlig sár, undirlutakenslur ella brotsmannalyndi av slíkum. Og bæði vit og løgreglan eru sannførd um, at hóast nógv ung og foreldur teirra hava verið bæði skammfull og ólukkulig undir samrøðunum, so hava hesar hjálpt og fyribyrgt. Tey eru fá, sum ikki hava takkað okkum hóast alt

2) telist barnið millum teirra, sum finna frægd í at nápa, ella tey gera tað við vinningi fyri eyga, ella tí tey ikki hava tað so gott av ymiskum orsøkum, ja, so kann ikki sigast annað, enn at tað er heppið, at viðkomandi kemur í samband við røttu myndugleikar. Heldur ikki hesi ungu fáa sálarlig bakkast av hesum sambandi

3) skilagóði og mangan fyribyrgjandi hátturin, løgreglan handfer bæði tey ungu og sjálv málini uppá. Barnaverndalimir eru regluliga hjástaddir á støðini, tá løgreglan tosar við ung, sum hava framt eitthvørt lógarbrot, og vit kunnu bert siga, at løgreglumennirnir í hesum sambandi allir/allar duga frá væl til stak væl at handfara bæði ung og mál. Meira verður ikki gjørt burturúr enn neyðugt og rímilig er. Og tað er eingin ungur í Havnar kommunu, sum hevur verið fyri sálarligum ella likamligum ágangi frá løgregluni orsaka av slíkum lógarbrotum. Og sum eg skilji arbeiðsgongdina í slíkum málum, so verður frágreiðing skrivað í hvørjum máli sær. Fer ikki meira fram í málinum, dettur alt burtur, og ein verður ikki skrásettur í svartar ella aðrar bøkur. Endar málið í rættinum, verður alt skrásett, sum slík mál annars verða. Áskoðanin hjá dómsvaldinum á mál av tílíkum slagi er eftir mínum tykki bæði veruleikakend og avgjørt rímilig.


Vandin liggur

aðrastaðni

Nei, tað eru ikki ákæruvaldið og barnaverndin, sum eru potentielli vandin fyri, at ung gerast brotslingar, og tað er ikki soleiðis, at fremsta málið við barnaverndararbeiðinum er at fáa til vega hagtøl. Og eg man neyvan vera einsamallur um at halda, at vandin (ábyrgdin) liggur aðrastaðni. Hjá foreldrunum fyrst og fremst og hjá samfelagnum gjøgnum dagstovnar, skúlar og samfelagslívinum sum so.


Vit royna

Vit í barnaverndini royna sum sagt at rætta børnum, ungum og familjum teirra eina hjálpandi hond, og eingin ivi skal valda um, at arbeiði okkara kundi havt munað betur, enn tað hevur gjørt. Men vit royna støðugt at bøta um m.a. við at menna samstarvið við allar partar.

Tann, sum sá Dag og Viku 14. november fekk helst varhugan av, at vit í barnaverndini leggja mesta dentin á at fáa til vega hagtøl. Hetta er ikki rætt, og orsøkin til, at eg - eisini - nevndini hagtølini fyri Tóri Mikkelsen var, at vit eins og øll onnur, sum arbeiða við menniskjum, eru betri stillað, um vit kenna veruligu støðuna. Tey, sum arbeiða við sjúkum, skulu eisini kenna veruligu støðuna og tey, sum arbeiða við fiskarí, at at kenna veruligu støðuna. Men fyri okkum eru hagtølini ikki tað avgerandi, tey eru hent amboð.


Finnur Helmsdal,

form. í barnaverndini

í Tórshavnar kommunu