Tá ið ein maður gekk sær ein túr í góðveðrinum framvið bryggjukantinum á Kongabrúnni í Havn seinnapartin í gjár, fekk hann ein hvøkk.
Tað var blikastilt og púra klárt í sjónum og best sum kann gekk framvið, sá hann ein koyristól á botni niður við bryggjukantinum.
Hann ringdi til løgregluna at boða frá og fyri at binda um heilan fingur, var alt apparatið sett í verk, og farið varð at leita, fyri at vita um nakað fólk var farið á sjógv.
Samstundis vóru aðrar kanningar eisini settar í verk og tað førdi við sær, at bjargingararbeiðið var avblást.
Tað vísti seg nevniliga, at eingin var farin á sjógv, men at forkláringin var ein heilt onnir. Søgan um koyristólin var tann, at nakrir fullir ungdómar høvdu verið á Landssjúkrahúsinum um náttina og har høvdu tey stolið ein koyristól og fóru við honum í við býin – og tað var hann, tey høvdu rullað á sjógv á Kongabrúnni. Men avleiðingin var so, at stórt leitingararbeiði varð sett í verk - til onga nyttu.