Stutt filmummæli

Prag

er danskur filmur um Christoffers (Mads Mikkelsen) og konuna Maja (Stine Stengade), sum fara til Prag. Pápi hansara er deyður og sonurin skal eftir honum. Giftarmálið gongur alsamt verri. Ein nøkulunda danskur kærleiksfilmur.


4 stjørnur av 6


The Last King of Scotland

er ein sera spennandi søguligur filmur, sum gongur fyri seg í Uganda undir stýrinum hjá Idi Amin. Ungi læknin Nicholas Garrigan verður persónligur lækni hjá Amin. Beinanvegin sær hann, at Amin er svakur og síðan gerst søgan ein spenningsfilmur. Megnar Nicolas at sleppa við lívinum?

4 stjørnur av 6


Little Children

er ein óunnuligur filmur um miðstættarlív, ótrúskap og lívslygnir. Frank og April eru bæði gift og eiga børn, men trívast ikki í lívinum. Tey byrja at koma saman, og møtast á spæliplássunum við børnunum. Ein harður filmur, við undirtónum av filmunum hjá Todd Solondz (Happyness).

4 stjørnur av 6


Hoot

er ein fittur barna- og ungdómsfilmur fyri tey, sum eru millum 12 og 14 ár. Tríggir næmingar í áttanda flokki berjast móti einari fyritøku, ið vil oyðileggja ein skóg, har sjáldsamar uglur búgva.

3 stjørnur av 6


Nat på museet

við Ben Stiller er ein nøkulunda skemtifilmur. Hann snýr seg um Larry Daley, sum er ein av hesum ævigu uppfinnarunum, ið ongan vegin koma við nøkrum. Hugskotið til filmin stavar frá einari barnabók eftir Milan Trenc. Flott og heldur tómt, men væl gjørt undirhald.


2 stjørnur av 6