Eftir seinna verðinskríggj (1939-1945) fór hesin civilingeniørur saman við øðrum skilamonnum at framleiða kjøtextrakt úr stórhvalatvøsti.
Teir stovnaðu P/f Kemiskvirki, sum helt til í einum laboratorii norðuri við Áir.
Eftir drúgva tíð við nógvum kemiskum og matematiskum formlum var arbeiðið komið so langt, at produktið – tjúktflótandi sum svørt tjøra – kundi fara á marknaðin um okkara leiðir í smáum tubum við skrúvuproppi.
Men so tóku álvarsligir tupulleikar seg upp.
Av tí at søluliðið kravdi, at deklaratiónin ikki skuldi upplýsa nakað um, at vøran var framleidd úr stórhvalakjøti, og P/f Kemiskvirki ikki helt, at tað var ráðiligt, at ”spæla við duldum kortum” í so álvarsligum máli – og stórhvalatvøst fyri alt tað var kanska betri rávøra enn neytakjøt – fekk projektið sølubana.
Spell, at hetta pionérarbeiðið so skammiliga varð forkomið av stuttskygdum og óhepnum sølumonnum.
Umrøddi civilingeniørur, cand.polyt., kundi í góðum vertskapi skemtiliga taka til, at hann var Føroya fyrsti kemiski senilingeniørur.
Ein slíkur engstrømskur humor kundi valla verið framborin við orðunum: verkfrøðingur, evnafrøðiligur og elliómegd.
Um vit ímynda okkum, at hendan stutta endurminning skuldi verið søgd við orðum, sum ikki natúrliga eru komin í okkara mál, men heldur ósmæðið eru lirkað á okkara tungu, sum talar, og okkara hond, sum skrivar, so høvdu vit lisið eina stuttsøgu við afturskini um eitt evnafrøðisvirki við rannsóknarstovu (ein lítil kroysa) við nógvum evnafrøðiligum og støddfrøðiligum frymlum, um ein evnafrøðisverkfrøðing útbúgvin á margtáttaðum náttúrufrøðiligum háskúla í Keypmannahavn og um evnislýsing av stórhvalaúrdrátti í smáum kramarhúsum við skrúvutøppi.
Sjúrður Skaale! – Næstan allir føroyingar eru tær takksamir fyri, at tú hevur tikið stig til við lóg at bjarga okkum ABC’ið og harvið eitt livandi og væl skiljandi skriftmál. (Tá verður ikki neyðugt hjá føroyingum at fara av landinum fyri at sleppa á wc – stytting av tí enska water-closet – og ørvitisorðið vesi man fara at hvørva. Løgið at puritanararnir ikki hava navnabroytt ta ensku HP-sósina til HÁPI-dypp.)
Næsta stigið verður ætlandi at fáa nýggjar abc-talvur og nýggjar bøkur og orðabøkur til skúlabrúks.
Spell, at vit í 1993 skuldu fáa eitt ónýtiligt heimsatlas við landa- og býarnøvnum ryggbrotin av einum amputeraðum alfabeti: Chile (Kili), Mosambique (Mosambik), New Guinea (Nýguinea), Taiwan (Teivan), New Zealand (Nýsæland), Zimbabwe (Simbabvi) o.s.fr.
Og kortini, knívurin skar ikki allastaðni; eitt nú broyttist New York ikki til Nýjork ella Newcastle til Nýborg.
Hetta heimføðisliga atlasið er ónýtiligt í skúlunum, har børnini skulu læra at lesa og stava beint.
Løgið, at lingvistar, serkønir í føroyskari fonologi, fara út í stóru verð at jakstra og týna 6 bókstavir, men gloyma at strika hesi somu hundraðtals C, Q, W, X, Z í okkara telefonbók.