– Leiðslan metir, at við verandi rakstri eru útlitini góð fyri, at felagið kemur at hava nøktandi gjaldføri og kapitalgrundarlag fram til 2018, tá verandi langfreistaða skuld felagsins skal umfíggjast.
Felagið leggur dent á, at oljuprísurin er ein óvissur partur av rakstrinum, ið er trupul at meta um, og at hesin kann hava eina neiliga ávirkan á rakstur felagsins. Felagið hevur í 2011 og 2012 gjøgnumført umfatandi umleggingar og sparingar, og tí kann staðfestast, at felagið fær ikki umlagt ella spart seg burtur úr framhaldandi hækkandi oljuprísum á heimsmarknaðinum. Tí er oljugjaldið ásett, og verður tað støðugt tillagað oljuprísinum. Umframt oljugjøld verður leypandi arbeitt við at fyribyrgja váðum, ið standast av munandi sveiggjum í oljuprísunum á heimsmarknaðinum.
Rentur av lánum felagsins fylgja altjóða rentustøðinum, og um rentustigið t. d. broytist við einum prosendt, broytast rentuútreiðslurnar við umleið 4,5 milliónum krónum.
Rentan er tó søguliga lág, men í løtuni er metingin, at rentan neyvan fer at hækka stórvegis.
Nevndin í Smyril Line staðfestir, at úrslitið fyri 2012 er betur enn fyri 2011. Mett verður, at útlitini fyri 2013 eru góð og metir nevndin, at við teirri ætlan, ið varð løgd í 2010, hevur felagið góðar møguleikar at betra enn meira um rakstur felagsins, og soleiðis gera at byrðurin verður blíðari frameftir.