Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar.
Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar, harímillum VØRN. Millum annað kann talan verða um felags venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.
Í verandi trygdarpolitiska landslagnum er tað ein greið raðfesting at styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og okkara sameindu. Tí er tað eisini avgerandi, at avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum, og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Føroyum.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Umframt fundin í Tinganesi vitjaði verjumálaráðharrin Føroya Tele og á Sornfelli saman við landsstýrismanninum.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.











