Suðringar gjørdu bart í Sarpugerði

Stefan Radosavlovic var tvífaldur málskjútti, tá ið Suðringar vunnu 3-2 ímóti FM kandidatunum

Tað er nógv, sum vendir upp í løtuni, sum fyri tveimum tímum síðani vendi niður í føroyskum fótbólti.

Stórfavorittarnir og Víkingur, sum framvegis er á FM kós, legði í dag á heimavølli rygg til 3-2 tap.

Suðringar vóru aftanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt, og tá var tað ikki so nógv, sum bendi á, at Suðringar skuldu svara aftur. Men Suðringar reistu seg við framúr avrikið. Sjálvsálitið vaks støðugt, og Suðringar javnaðu, løgdu seg framum 2-1, og teir megnaðu aftur at leggja seg framum og vinna 3-2, eftir at Víkingur hevði javnað.

Stóri maðurin hjá Suðringum var Stefan Radosavlovic, sum í fyrra hálvleiki avloysti skadda Rógva Joensen

Stefan javnaði til 1-1, og hann skoraði sigursmálið. Stutt undan hálvleikinum var um reppið, at hann javnaði, tá ið hann sendi bóltin í samankomingina.

-Vit ætlaðu okkum at vinna eitt stig, og sjálvandi eru vit sera fegnir um at vinna trý stig.

Vit kendu okkum hava møguleikan, vit arbeiddu nógv og væl, og vit megnaðu at reisa okkum aftur, tá ið teir javnaðu. Enn hava vit ikki bjargað okkum plássið í bestu deildini, men tað ræður um at halda fram við hesum avrikinum, sigur tvífaldi málskjúttin hjá Suðringum. 

-Vit vóru sera illa sektaðir, tí Suðringar vunnu stóra úrtøku úr teirra møguleikum. Men vit kunnu ikki annað enn klappa fyri Suðringum fyri teirra avrik, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen.

Víkingur er framvegis á FM kós - fýra stig frammanfyri KÍ.

-Sunnudagin fara vit til Fuglafirðar, og nú er uppaftur týdningarmiklari hjá okkum at vinna grannauppgerðina, sigur Atli Gregersen.

Suðringar eru framvegis seks stig frammanfyri 07 Vestur.

http://www.in.fo/myndasavn/album/?L=icflokkhw

KÍ-HB 0-0

Víkingur-Suðringar 2-3 (1-0)

ÍF-NSÍ 0-2 (0-1)

0-1: Pól Jóhannus Justinussen

0-2: pól Jóhannus Justinussen

Víkingur-Suðginar 2-3 (1-0)

1-0: Adeshina Lawal

1-1: Salmundur Bech

1-2: Stefan Radosavlevic

2-2: Hanus Jacobsen

2-3: Stefan Radosavlevic

EB/Streymur-Skála 1-2 (0-2)

0-1: Michal Przybylski

0-2: Michal Przybylski

1-2: Leif Niclasen

07 Vestur-B36 4-3 (3-2)

1-0: John Fredriksen

1-1: Benjamin Heinesen

2-1: Holgar Durhuus

2-2: Erlendur Magnusson

3-2: John Fredriksen

3-3: Meinhard E. Olsen

4-3: John Fredriksen

Støðan eftir 24 umfør

Víkingur 49

KÍ 45

B36 44 

NSÍ 40

HB 37

Skála 29

Suðringar 28

EB/Streymur 26

07 Vestur 22

ÍF 9

25. umfar

Sunnudagin fyrsta oktober

ÍF-Víkingur

Skála-B36

07 Vestur-NSÍ

HB-EB/Streymur

Suðringar-KÍ