Suðringar nýggjan venjara: Glenn takkar fyri seg

Glenn Ståhl hevur í kvøld staðfest, at hann gevast sum venjari hjá Suðringum

Suðringar skulu hava nýggjan venjara til komandi kappingarár. Svenski venjarin, Glenn Ståh, hevur í dag boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá Suðringum eftir hetta kappingarárið.

 

Les eisini: Glenn tikið avgerð

 

- Eg havi fyri nøkrum vikum síðani boðað felagnum frá, at eg gevist sum venjari í felagnum eftir hetta kappingarárið. Tað havi eg so boðað spælarunum frá í gjár, sigur Glenn Ståhl.

 

Hann kom til føroyskan fótbólt í ár, har hann hevði nakrar avbjóðandi umstøður, sum hann sjálvur tekur til.

 

- Tað hevur bæði verið torført og áhugavert. Serliga í fyrru hálvu, har vit bara høvdu 10 til 11 spælarar til venjing. Eg eri errin av spælarunum, sum ikki hava gramt seg, hóast umstøðurnar hava verið torførar, sigur Glenn Ståhl, og leggur afturat:

 

- Vit eru farnir frá at verða eitt lið, sum ikki kláraði at hava tvær samanhangandi avleveringar, til at økja hava bóltin meir. Vit hava tikið stig frá øllum teimum stóru í antin lands- ella steypakappingini. Undantaktið er HB, sum hevur havt eitt fantastiskt ár, sigur Glenn Ståhl.

 

Hann heldur fyri, at kappingarárið hevur eydnast væl, tá hálvfinalan í steypakappingini verður íroknað. Tað hevur ljóðað, at svenski venjarin hevur gjørt tað so væl, at hann er í tonkunum hjá onkrum av teimum feløgunum, sum skulu hava nýggjan venjara.

 

- Eg havi ikki tikið avgerð um komandi uppgávuna, men eg gleði meg til eina nýggja uppgávu, sigur Glenn Ståhl, sum harvið ikki avvísur at halda fram í Føroyum.

 

Suðringar vunnu í dag 2-1 á Skála og liggja nummar sjey við 25 stigum.